Poul latið Vágs kommunu gávu

100 ára gamli vágbingurin hevur latið heimakommununi eitt leksikon

Vágs kommuna fekk í vikuni eina gávu frá einum av elstu borgarunum í kommununi, 100 ára gamla Poul Olsen, ið hevði sent boð eftir borgarstjóranum, Dennis Holm, at taka móti gávuni.


Gávan var eitt stórt leksikon frá 1950, ið Poul Olsen vónaði, at onkur annar í kommununi kundi fáa gleði av.


- Poul vildi lata eitt størri leksikon, Nordisk Konservations Leksikon, frá 1950 til Vágs kommunu. Poul segði seg verða greiðan um, at telda og internet í dag hevði yvirtikið leksikons-funktiónina, men helt at hetta leksikon, sum er í 14 bindum, kundi fáa gleði fyri onkran hóast alt, nú hann sjálvur ikki brúkti leksikoni longur, skrivar Vágs kommuna á vagur.fo.