Poul Nyrup Rasmussen vælkomin

Tað vóru gleðilig tíðindi at frætta, at forsætisráðharrin danski umsíðir kemur á Føroyarvitjan.

 

Tann 6. januar koma bæði forsætisráðharrin og grønlendski landsstýrisformaðurin á ríkisfund í Føroyum.


Føroyingar eru kendir gestablíðir, og tað fara vit eisini at verða, tá Poul Nyrup Rasmussen kemur á vitjan, hóast brotasjógvarnir - eisini millum føroyska og danska Javnaðarflokkin mangan hava verið harðir.


Poul Nyrup Rasmussen skal tó vita, at honum verða settir nógvir spurningar, sum uttan iva eisini vera nærgangandi um viðurskifti, ið viðvíka bankamálinum og um leiklut hansara í hesum sambandi.


Tað er at fegnast um, at leiðandi politikararnir úr øllum trimum økjunum í ríkinum hittast - og at hetta er fingið í lag í slíkum formumi, sum ein ríkisfundur er, og hesum kunnu vit fáa nógv gagn av.


Men stríðsmálini millum føroyskar og danskar myndugleikar eru ikki gloymd. Lat okkum nú líta frameftir - og lat tað farna fara - soleiðis at vit í framtíðini kunnu fáa eitt gott og konstruktivt samstarv millum ríkispartarnar.


Tá bankakanningin í næstamánaði verður almannakunngjørd, kunnu vit taka støðu til tey enn ógreiddu viðurskiftini - tá eiga danska stórnin og føroyska landsstýri siðiliga at seta seg niður og finna eina konstruktiva politiska loysn, soleiðis at stríðsmálið - sum nú hevur ulmað alt ov leingi - eina ferð fyri allar verður avgreitt.


Tá kunnu vit tosa um brøðratjóðir, ið við stoltleika samstarva á jøvnum føti við respekt fyri hvørjum øðurm - til gangs fyri allar partar.


Tí skal forsætisráðharrin danski vera væl komin til Føroya