Fyrrverandi forsætisráðharrin Poul Schlüter er deyður

Ein av longst sitandi forsætisráðharrum í Danmark, Poul Schlüther, er deyður 92 ára gamal.

Søren Bidstrup/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi forsætisráðharrin í Danmark, Poul Schlüther úr Konservativa flokkinum, er deyður. Hesum boðar familjan frá gjøgnum Konservativa flokkin.

 

Hann doyði stillisliga í morgun og gjørdist 92 ára gamal.

 

– Tað er við sorg, at eg frá familju og konu Poul Schlüther beri deyðsboðini av fyrrverandi forsætisráðharranum, Poul Schlüther, sigur formaðurin í Konservativa flokkinum, Søren Pape Poulsen, í fráboðan.

 

Poul Schlüther var forsætisráðharri frá 1982 til 1993, tá stjórnin legði frá sær í kjalarvørrinum av tamilmálinum, og nýggj stjórn varð skipað uttan fólkatingsval við Poul Nyrup Rasmussen úr Javnaðarflokkinum sum forsætisráðharra.

 

Poul Schlüter tók eisini við sum stjórnarleiðari uttan fólkatingsval í 1982, tá javnaðarstjórnin hjá Anker Jørgensen legði frá sær. Borgarligu flokkarnir, har Konservativi flokkurin var tann størsti, vunnu fólkatingsvalini í 1984, 1987, 1988 og í 1990. 

 

Tað var málið um tamilsku flóttarfólkini, har Erik Ninn-Hansen, løgmálaráðharri, seinni varð dømdur fongsulsrevsing, sum feldi stjórnina hjá Poul Schlüther í januar mánaði í 1993.

 

 

 

Søren Bidstrup/Ritzau Scanpix