Poulsen klárur til lagnudystin

Sannur lagnudystur verður á NRGi Park í Århus í morgin, tá Danmark tekur ímóti Spania. Um Danmark skal varðveita vónirnar at koma víðari til EM-endaspælið í Sveis og Eysturríki komandi summar, so er sigur eitt krav í dystinum ímóti Spania.

 

Undan dystinum hevur danski landsliðsvenjarin havt ein stóran trupulleika, tí danski miðvallarovastin, Christian Poulsen, hevur ligið sjúkur. Ivamál hevur tí verið um, hvørt Poulsen verður klárur til dystin, men nú røkist fyri, at Poulsen verður klárur. Hann vandi við hinum spælarunum í morgun, og Morten Olsen sigur, at Poulsen verður ímillum fyrstu 11 spælararnar.

 

Annars kann leggjast afturat, at bæði liðini mangla týðandi leikarar. Hjá Danmark mangla bæði Daniel Agger og Martin Jørgensen, sum báðir eru úti við skaða, meðan Spania manglar vandamikla áleyparan, David Villa, samstundis sum landsliðsvenjarin ikki hevur funnið pláss til Raul og Guti úr Real Madrid.