Tíðarritið Time vil vera við, at Colin Powell, uttanríkisráðharri er vorðin so ørkymlaður av tí vánaliga stevinum í amerikansku stjórnini, at hann ætlar at leggja frá sær, tá Bush fer at stilla upp til næsta forsetavalið, sum verður í 2004.
-Nú er nóg mikið. Hann orkar hetta ikki longur, skrivar Time frá einari keldu, sum stendur uttanríkisráðharranum nær.
Eygleiðarar siga, at velur Powell at fara frá, er tað ein týðandi og avgerandi sigur fyri tær konservativu kreftirnar í amerikanaku stjórnini við Dick Cheney, varaforseta og Donald Rumsfeld, verjumálaráðharra á odda. Avgerðin verður eisini ein týðilig staðfesting av høgrarákinum, sum hevur merkt amerikanskan politikk, síðani Bush-stjórnin tók við.
Hinvegin er eingin ivi um, at tað hevði komið Evropa illa við, leggur Powell frá sær, tí hesumegin Atlantshavið er hann væl umtóktur. Hetta kemst m. a. av, at hann alla tíðina hevur lagt dent á, at tað er umráðandi hjá USA at leita sær stuðul í altjóða politikki. Harafturat hevur hann verið tann av amerikansku leiðarunum, sum hevur gingið undan í royndunum at fáa frið millum ísraelsmenn og palestinar. Powell hevur eisini sagt seg ivast í ætlanini hjá Bush, Cheney og Rumsfeld at leypa á Irak.
Politiskir eygleiðarar í Washington siga, at seinastu tíðina hava teir sonevndu heykarnir í stjórnini trýst Colin Powell til viks, soleiðis at tað í veruleikanum eru Dick Cheney og Donald Rumsfeld, sum stýra uttanríkispolitikkinum saman við John Aschroft, løgmálaráðharra og Karl Rowe, sum er ráðgevi hjá Bush. Teir eru talsmenn fyri einum meiri harðrendum amerikanskum uttanríkispolitikki.
Time skrivar, at bara eitt veruligt diplomatiskt frambrot í kreppuni í Miðeystri kann fáa Colin Powell at umhugsa at halda fram - fyribils í hvussu er.