TELEVARPIÐ
Burturúr øllum tí nógva, sum er skrivað um Televarpið og fylgisveinrásir í seinastuni, hevur kanska lítið verið skrivað um prísirnar. Orsøkin er tann, at allir prísirnir ikki eru vorðnir almannakunngjørdir fyrr í síðstu løtu. Prísirnir fyri Danmarks Radio hjá Televarpinum eru heldur ikki vorðnir almannakunngjørdir enn.
Prísirnir koma kanska óvart á mong. Tað vísir seg, at prísirnir hjá Televarpinum liggja væl omanfyri prísirnar hjá kappingarneytanum Canal Digital, verður sæð burtur frá meirkostnaðinum fyri útgerð.
Undan almannakunngerðingini av prísinum hevði stjórin fyri Televarpið, Tróndur Djurhuus, boðað frá, at teir illa kunda gera pakkan við Canal+ bíligari enn kappingarneytin.
Prísirnir hjá Televarpinum eru soleiðis háttaðir, at grundpakkin kostar 179 kr. um mánaðin. Hesin pakkin er neyðugur, skalt tú keypa tær rættin til at síggja aðrar rásir eisini. Tríggir aðrir pakkar eru eisini. Ein pakki er við DR1 og DR2, men prísurin fyri hendan ikki er kendur enn.
Canal+ pakkin kostar 219/mðn. Tað vil so siga, at fyri Televarpspakkan og tær fýra Canal+ rásirnar, skalt tú gjalda 398 kr. hvønn mánað.
Ein tilsvarandi pakki hjá Canal Digital kostar fyri føroyskar kundar 299 kr./mðn. Í tí pakkanum er eisini MUTV, sum kostar 59 kr. eyka frá Televarpinum.
Við øðrum orðum er prísmunurin 1.188 kr. árliga.
Men Televarpið fær einki gjørt við prísin fyri Canal+.
?Prísurin fyri Canal+ pakkan fáa vit einki gjørt við. Hesin prísurin er dikteraður úr Fraklandi, og Canal+ var ikki til at vika. Vit fingu greitt at vita, at hetta skuldi vera prísurin, sigur Tróndur Djurhuus.
Stjórin fyri Televarpið roknar við góðari undirtøku fyri tilboðnum hjá teimum. Broytingar í útboðnum kunnu væntast við tíðini, men stjórin kann ikki vísa til nakrar ítøkiligar ætlanir.