Í útvarpssendingini »Føroyar og framtíðin« seinasta týskvøld var samfelagsstøðan í Føroyum viðgjørd. Tosað var um menningina í høvuðsstaðnum og viknandi útjaðaran.
Greitt var frá, at Fíggjarmálastýrið helt vakið eyga yvir høvuðsstaðnum, at Mentamálastýrið hevði sett nevnd til at útgreina og koma við ráðum um, hvussu útjaðarin skuldi fáa meira av samfelagságóðanum við øktum arbeiði, við hesum meira skatt og einum dyggari trivnaði.
Um einki annað kom burtur úr, tá útjaðarapolitikarar tosaðu saman fyri einum ári síðani ? har nógvar misskiljingar stóðust av ? fingu vit sett eina hálva millión av fíggjarlógini í ár til at gera eitt grundleggjandi arbeiði.
So náddu vit hóast alt tað, og hesar krónur kunnu vísa seg virðismiklar í seinna enda!
Sendingin týskvøldið hevði sum so einki nýtt at bjóða føroyinginum, og týðiliga kendist, at journalistiska eygað hevði ikki fest seg á veruligu trupulleikarnar. ? Men treyðugt so, onkrar staðfestingar vóru.
Einki verður gjørt
við tað, sum øll vita
Ofta verður sagt, at tað »kókar yvir í Føroyum«. La meg enn einaferð staðfesta nakað, sum hvørki samfelags- ella fíggjarfrøðingar hava hug at fara nærri inn í, tí flestu av teimum búgva í høvuðsstaðnum, tað er, at tað bert í einum parti í Føroyum »kókar yvir«. Øll vita hví, men einki verður gjørt við tað.
Landsstýrið orkar ikki at gera nakað við tað, samfelagsfrøðingar halda tað vera »óinteressant«, og fíggjarfrøðingar ynskja eina sentralisering hóast hetta hevur økt, økir og fer at økja kostnaðarstøðið, tí hetta er uppbygt av blokkstuðlinum úr danska ríkiskassanum og úr føroyska landskassanum.
Veruliga støðan í dag er tann, at útjaðarin fær ikki frið at arbeiða. Miðfyrisitingin er vorðin so mikið sterk, stýrini liva so tætt uppat stovnunum í høvuðsstaðnum, at hóast ein vælvirkandi stovnur í útjaðaranum roynir at sláa seg ígjøgnum eitt nú í Suðuroy, Sandoy, Vágoy, inni í Eysturoynni, í Norðstreymoy ella í Klaksvík, fær stovnurin lutfalslig minni av peningi.
Lat meg bert geva eitt dømi, sum eg kenni. Klaksvíkar Sjúkrahús hevur bert ein yvirlækna í medisinskari viðgerð og ongan í kirurgi og ortopedkirurgi, hóast ortopediskar skurðviðgerðir verða gjørdar her. Heilsumálastýrið ger einki fyri at fáa skil uppá læknatrotið. ? Tvørturímóti.
Stýrini og høvuðsstaðarfjølmiðlarnir
standa saman
Fótonglar verða lagdir fyri aðrar stovnar í útjaðaranum ? eg kundi tikið fleiri dømi enn sjúkrahúsið ? tí stovnar í høvuðsstaðnum krevja alt meir og meir pening, og stovnarnir í høvuðsstaðnum vinna, tí teir liggja upp at stýrunum.
Eisini eru stovnar sum útvarp, sjónvarp og tey bæði høvuðsstaðarbløðini Dimmalætting og Sosialurin ein ómetalig hjálp fyri sentraliseringina.
Eg harmist um, at tosið millum útjaðarapolitikarar í fjør datt niðurfyri av teirri orsøk, at m.a. Dimmalætting og teirra blaðfólk sóu ein vanda í hesum, løgdu út við at skíra hetta »statskvett«, »ólógligt samstarv«, »útjaðarasamgonga«, »skuggastjórn«, »ágang móti Havnini« og við hesum løgdu nakað í tað, sum bæði tey og Føroya fólk vistu ikki var satt. ? Av hesi orsøk orkaðu ávísir politikarar ikki at standa móti áganginum.
Vit skulu gera okkum greitt, at her skal eitt grundleggjandi arbeiði gerast millum tingfólk, tað er ov lítið bert at renna upp á røðarapallin og siga »eitt ella annað«. Her skal gerast eitt arbeiði!!!
Útvarpið skal hava eina tøkk fyri at »Føroyar og framtíðin« seinasta týskvøld var givin búskaparliga vøkstrinum í høvuðsstaðnum av danska blokkinum og stórum parti av føroyska landskassanum, meðan einaferð enn var víst á, at útjaðarin ikki hevur livilíkindi sum er.
Hinvegin haldi eg ikki sendingina vera eitt journalistiskt meistaraverk, ið próvdómarar høvdu givið høgt skoðsmál, men kendist meira sum ein tíðarútfylling har okkurt skuldi sigast.
Til seinast vóni eg, at vit fáa eitt skilagott arbeiði frá nevndini, sum skal lýsa støðuna í útjaðaranum og vit síðani fáa eitt gevandi samfelagsúrslit.
Jógvan við Keldu
borgarstjóri og
løgtingsmaður vit ikki vitja grannan, men vita alt um hvat slag av kynslívi amerikanski forsetin høsnast við.
Vit hava góðar fortreytir
Men hetta skulu vit ikki ræðast. Vit hava altíð livað við hesi avbjóðing. At verða partur av eini lítlari mentan, sum hevur yvirlivað ímóti øllum forsagnum, kann gerast eitt ómetaligt privilegium fyri framtíðina. Vit kenna heimin og heimsins mentanir væl betri enn tær flestu sonevndu "stóru tjóðirnar". Tí vit noyðast at kenna onnur fyri at yvirliva.
Okkara ungdómur dugir longu og fer at duga nógv heimsins mál og kennir aðrar mentanir. Á eini føroyskari uttanríkistænastu ella á einum føroyskum útflutningsvirki fer tað ikki at standa á at hava starvsfólk, sum hvør í sínum lagi kunnu samskifta á japanskum, týskum, sponskum, russiskum, portugisiskum ella arabiskum. Umframt sjálvsagt at duga norðurlendsku málini og enskt væl og virðiliga.
Vit vita, at vit hava ongantíð nóg mikið í okkum sjálvum. At vit mugu burtur fyri at koma heim ? eins og okkara sjómenn altíð hava gjørt, og tikið søgurnar úr Hong Kong, Grønlandi og Ný Foundlandi heimaftur til okkara mentanarliga førning.
Onki land kann í dag útbúgva alt sítt fólk ella byrgja útbúgving og gransking inni á dustutum stovnum. So okkara støða er nú vorðin alra støða. Vit skulu út í heim at útbúgva okkum, men mugu eisini bjóða okkara land og útbúgvingar til onnur.
Tað skal kanska ikki so nógv til, at vit hava nakað at bjóða úti í heimi innan gransking og útbúgving.
Nám eigur at vera eitt gullnám fyri Føroyar.
Høgni Hoydal
Landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum