Hetta er eitt yrkisskeið sum Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúli
skipar fyri í samstarvi við Mentamálaráðið og sum m.a.gevur næmingunum rætt til at søkja festi.
Útbúgvingin fevnir um seks lærugreinir við tilsamans 200 tímum. Lærugreinarnar eru búskapur, húsdjór, lívfrøði og náttúra, plantur, tøkni og verkætlanir. Tey sum hava luttikið á skeiðnum eru úr øllum landinum, bæði ung og eldri, kvinnur og menn, verandi og komandi bøndur.
Kvølskúlin er eisini farin undir eina útbúgving fyri frítíðarsiglarar í samstarvi við Vinnuháskúlan. Hetta er ein útbúgving í siglingarlæru, sjóreglum, veðurlæru og trygd, havumhvørvi, sjómansskapi og nýtslu av GPS og radara. Útbúgvingin hevur til endamál, at næmingarnir skulu fáa eina so holla vitan, at teir trygt kunnu føra bát undir øllum umstøðum, sigur Jákup P. Strøm, sum leggur afturat at skeiðið er fullteknað, men heldur áfram í heyst, um játtan fæst.
Næmingarnir sum fingu prógv í útbúgvingini “Yrkisskeið innan landbúnað” eru: Bergur Berg, Hans Andreas N. Dahl, Martin Eið, Jan í Horni, Dorthea Joensen, Heri Jógvan Joensen, Jógvan Joensen, Per Joensen, André Kruse, Rasmus Magnussen, Fríðfinn Nicolajsen, Gunnfríður Dahl Olsen, Jógvan Fróði Olsen, Karl Petersen, Kári á Presttrøðni, Tórður á Presttrøðni, Konnie Reinert, Sanna Silvurstein, Jóhan Simonsen, Anfinnur Thorsteinsson, Mortan Vang, Torkil Zachariassen og Jóannes V. Rasmussen.