Seinastu árini er tað blivið alsamt meira vanligt í Onglandi og eisini aðrastaðni í fótbóltsevropa, at fleiri av teimum størru feløgunum verða keypt av íleggjarum frá fjarskotnum breiddarstigum sum til dømis USA, Dubai ella Kina. Nú er enn eitt Premier League-felag, ið er farið somu leið sum fleiri onnur.
Talan er um West Bromwich Albion, sum endaði nummar 14 í farna kappingarári, ið er blivið keypt av kinesiskum keypsmonnum. Tað váttar West Bromwich á heimasíðu sínari.
Høvuðsmaðurin av kinesisku íleggjarunum, sum nú ráða fyri borgum í West Bromwich, er 42 ára gamli Guochuan Lai, ið sigur soleiðis við heimasíðuna hjá felagnum:
- Eg eri fegin, og hetta er eitt serrættindi at fáa møguleikan at vera eigari av einum so stórum felagi. Fyrst og fremst fari eg at leggja dent á, at støðugi bygnaðurin á felagnum verður verandi óbroyttur. Harafturat skal søgan hjá felagnum virðast. Eg havi ongar ætlanir um at broyta nakað grundleggjandi í felagnum, sigur Guochuan Lai við heimasíðuna hjá West Bromwich.
Útsøgnin um, at søgan hjá felagnum skal virðast, gevur ábendingar um, at West Bromwich ikki endar í somu grøv sum til dømis Hull City, ið júst er flutt upp í Premier League. Fyri nøkrum árum síðani ætlaði eigarin hjá Hull, Assem Allam, at broyta navnið hjá Hull City til Hull City Tigers. Hetta fekk ilt í stóran part av fjepparaskarðanum hjá Hull City, og umstrídda navnabroytingin bleiv ongantíð til nakað.
Tað er ikki blivið upplýst, hvussu nógv kinesisku íleggjararnir hava goldið fyri West Bromwich Albion.