Í prestagjaldinum eru fimm kirkjur, nevniliga í Tjørnuvík, Haldórsvík, Saksun, Hvalvík og Hósvík. Í prestagjaldinum búgva umleið 1100 fólk. Samstarv er eisini millum eiðisprest og hvalvíksprest um tænasturnar á røktarheiminum Mørkini í Streymnesi og Korndalsbýlinum á Eiði.
Jákup E. Petersen er 34 ára gamal, føddur og uppvaksin í Klaksvík. Hann byrjaði sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi 1. september.
Jákup E. Petersen hevur lisið gudfrøði á fýra ymiskum støðum. Á Meinigheitsfakultetinum í Århus, á Dansk Bibel Institut í Keypmannahavn, á Fjelhaug í Oslo, og Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, haðani hann fekk sítt endaliga prógv á sumri 2017. Í desember 2017 var hann liðugur við pastoral lesnaðin.
Hann varð prestvígdur 21. januar 2018 í Havnar kirkju og hevur avloyst sum prestur ymsastaðni kring landið. Fyrst avloysti hann í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, síðani í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi, síðani í Norðoyar eystara prestagjaldi og síðani í Eiðis prestagjaldi. Hann hevur eisini avloyst í styttri tíð aðrastaðni.
Jákup E. Petersen er giftur við Gurið Petersen. Tey eiga sonin Silas, sum er 4 ár, og so eina dóttir, ið varð fødd 27. august, og sum ikki hevur fingið navn enn.
Ymsar umvælingar skulu gerast í prestagarðinum í Hvalvík, áðrenn nýggja prestafamiljan flytur inn. Óvist er enn, nær umvælingarnar verða lidnar. Fyribils flyta tey inn í onnur hús í Streymnesi.