Hesa vikuna skrivar Emil Olsen, prestur á Eiði, morgunlesturin í Útvarpinum, og hann byrjaði vikuna við eini greiðum boðskapi um, at kristindómur hoyrir heima í almenna rúminum:
- Nú verður ymsastaðni talað um – ikki minst millum teirra, sum rópa seg frælslynt – at átrúnaður, harímillum eisini kristindómurin, skal vera privatur og skal haldast burtur frá tí almenna rúminum. Vit skulu hava hann fyri okkum sjálvi, í mestan mun innanveggja, segði Emil Olsen og helt fram:
- Men hvussu kann tað lata seg gera, tá ið kristindómurin í síni náttúru als ikki er privatur, men er lív, skapar felagsskap og skal berast út um allan mannaheimin. Og hvussu kann tann, sum trúgvandi er, lata vera við at taka kristindómin við sær út í tað almenna rúmið í dagligum gerningi uttan at gerast tveir persónar, tvíbýttur ella sinniskloyvdur. Og hvussu skulu slík forboð lata seg gera uttan at skerja fólkaræðið enntá í navni fólkaræðisins.
- Rætt er tað, at kristintrúgvin er persónlig, og tað er nakað annað enn privat. Tú mást sjálvur taka við kristna boðskapinum ella vraka hann, men hann verður tó aldrin nakað, sum tú bart kanst hava fyri teg sjálvan, hóast tú mangan hoyrir fólk siga, at ”eg havi kristindóm mín fyri meg sjálvan – hann kemur ikki øðrum við”. Í fyrstu syftu kann hetta tykjast lítiðlátað og eyðmjúkligt, men er í grundini ein sjálvsøkin og mótstríðandi útsøgn, sum enntá kanska avdúkar andaligt leti – ella ið hvussu so er ein misskiljing. Kristindómurin verður ongantíð privatur, tí tað liggur í sjálvum kristna boðskapinum, at skal livast og boðast í dagligum lívi og yrki, segði Emil Olsen.
Morgunlesturin við Emil Olsen kann hoyrast í fullari longd her.