Tað hevur loypt hvøkk á tónleikaheimin, at tíðindi nú ganga um, at Prince er deyður, 57 ára gamal.
Fleiri miðlar hava yvirskriftina, men ikki so nógv meira at siga, meðan aðrir siga seg hava fingið hetta váttað, men enn eru tíðindi so enn ikki alment váttað.
Løgregla váttar, at lívleysur persónur er funnin í húsunum hjá Prince í Paisley Park, og TMZ sigur seg vita, at talan er um Prince.
Tann 15. apríl mátti flogfarið hjá Prince neyðlenda, tí tónleikarin hevði tað ikki so gott. Stutt innan hetta hevði hann tvær ferðir avlýst framførslur.