”Hesa ferð má tað verða ein genta” tykist hugburðurin at vera, tí tað er rættiliga stórur munur á, hvussu oddsini eru sett hjá Bet24.
Har gevur ein nýggjur prinsur 2,1 ferðir pengarnar aftur, meðan ein prinsessa bert gevur 1,75 ferðir pengarnar aftur. Eisini ber til at gita, at talan verður kongaligar tvíburar, og tann møguleikin gevur pengarnar aftur heilar 35 ferðir.
At prinsur verður roknaður minni sannlíkur enn prinsessa kemst av, at kongshúsið longu telur tríggjar lítlar prinsar, og tí verður vónað, at talan hesa ferð verður um prinsessu