Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri prísvøkstur í Føroyum, sum eisini verður nevnt inflatión. Nýggjasta uppgerðin er fyri mai mánað í ár.
Hagstovan skrivar, at prístalið hækkaði 2,4 prosent frá mai 2025 til mai 2026. Størsta orsøkin til prísvøksturin stavar frá hækkandi brennioljuprísi.
Misjøvn prísgongd
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Av teimum telja býli og flutningur næst og triðmest hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Prísirnir á býli og flutningi eru bæði hækkaði 3,7 prosent. Prísvøksturin í hesum bólkum stavar fyri tað mesta frá hægri brennioljuprísum.
Hinvegin eru aðrar vørur og tænastur, ið tálma prísvøkstrinum. Húsalánsrentan er lækkað nógv. Prísirnir á húsbúnaði og húshaldsútgerð eru eisini lækkaðir seinasta árið.
Grønmeti er bíligari
Í mai 2026 vóru mat- og drykkjuvørur 1,1 prosent dýrari enn sama mánað í fjør. Seinastu fimm árini eru mat- og drykkjuvørur dýrkaðar góð 30 prosent.
Tá hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at serliga kjøt, kaffi, te og kakao er dýrkað. Prísvøksturin er 7 prosent fyri kjøt og næstan 8 prosent fyri kaffi, te og kakao. Av kjøtvørum er tað høsnakjøt, sum er dýrkað mest.
Prísurin á grønmeti er lækkaður, og stavar tað sannlíkt frá at MVG ikki longur verður lagt á hesar vørur.
Brennievni til býli og flutning
Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli og til flutning eru báðir í miðal hækkaðir næstan fýra prosent frá mai í 2025 til mai í 2026. Tó hevur broytingin fyri býli verið nógv størst seinasta ársfjórðingin, har prístalið er farið úr 139 upp í nærum 154.
Miðalrentan er lækkað nærum 32 prosent seinasta árið, og tað togar prísvøksturin niður. Hinvegin er prísurin á brenniolju hækkaður góð 34 prosent. Hesi toga hvør sín veg, so prístalið fyri býli hækkaði í miðal 3,7 prosent í mai 2026.
Príshækkingin á brennievni til bilar ávirkar prístalið fyri flutning. Prístalið fyri brennievni til bilar hækkaði nevniliga 13,2 prosent.
Meirvirðisgjaldið á brennievni til akfør var tikið av hálvan mai, og kann hetta vera orsøkin til at prísvøksturin er lægri fyri brennievni til bilar enn fyri brenniolju til húsarhald. Prísurin á brennievni, fyri til dømis mai mánað, veður roknaður sum miðal av dagsprísunum allar dagar í mai.











