Jákup Jóanesarson er aftur dagstovnaleiðari

Hann hevði sagt seg úr starvi, men eftir at hava umhugsað støðuna, valdi hann at søkja starvið sum dagstovnaleiðara í Áarlon aftur, og hetta fegnast tey í Kvívíkar kommunu um

 

- Jákup Jóanesarson søkti starvið aftur, tá tað varð lýst leyst, og eftir eina heildarmeting, er hann settur aftur í starvið.

 

Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu í dag.

 

- Jákup hevur arbeitt sum leiðari á stovninum Áarlon í sløk seks ár, og fyri ta tíð hevði hann eisini  verið starvsfólk á stovninum.

 

Hann hevði annars sagt seg úr starvinum á Áarlon.

 

- Men, eftir at bæði starvsfólk, foreldur og aðrir samstarvspartar hava harmast um, at hann hevur sagt seg úr starvi, hevur hann umhugsað støðuna.

 

Og eftir at hava hugsað seg um, er Jákup Jóanesarson komin eftir, at hann hevur meira at geva stovninum, og tískil valdi hann at søkja starvið aftur.

 

- Fíggjarnevndin í kommununi hevur sett Jákup í starvið aftur - grundað á tær góðu leiðsluroyndirnar, hann víst í  sínum arbeiði sum leiðari á stovninum í 6 ár.

 

Í Kvívíkar kommunu siga tey, at eftir jaligu úrslitini, sum hann hevur víst á í tíðini sum leiðari, var hetta ein týðandi partur av grundarlagnum fyri setanini.

 

- Undir leiðslu av Jákup Jóanesarson er mentanin á stovninum ment í eina enn sterkari felags kós, har starvsfólk arbeiða saman um at skapa bestu karmar fyri børn og foreldur í kommununi.

 

Sagt verður, at dentur hevur verið lagdur á samstarv, ábyrgd og felags mál, soleiðis at øll lyfta í felag til gagns fyri børnini og familjurnar.

 

- Henda menning hevur eisini havt jalig árin á arbeiðsplássið. Trivnaðurin millum starvsfólkini er høgur, og hetta sæst aftur í sera lágari fráveru og fáum sjúkrameldingum.

 

Samstundis hevur tørvurin á avloysarum verið nærum eingin, sum er ein greið ábending um eitt vælvirkandi arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi.

 

- Vit fegnast um, at Jákup Jóanesarson heldur fram í starvinum, og vit hava álit á, at hann saman við starvsfólkunum fer at halda fram við menningini av dagstovnaøkinum til frama fyri børn, foreldur og starvsfólk, siga tey í Kvívíkar kommunu.