Á longsta degi, sunnudagin hin 21. juni, sum var í gjár, var fuglakennarin, Jens-Kjeld Jensen, ein túr í lundalandinum suðuri í Dølum í Nólsoy.
- Klokkan 08.30 var dagurin eins og nógvir aðrir dagar - eingin lundi at síggja ella hoyra. Ikki eitt kis.
Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen.
Í greinastubbanum um túrin suðuri í Dølum verður sagt, at tá fuglakennarin kom heimaftur í bygdina, sá hann ein deyðan summarlunda liggja á Malarenda.
- Lundin var diddarak og vigaði einans 270 gramm. Ein vanligur lundi eigur at viga umleið 400 gramm um summarið, verður lagt aftrat á heimasíðuni.
Viðheftu myndir av deyða lundanum, sum Jens-Kjeld Jensen fann á Malarenda, eigur heimasíðan hjá honum - www.jenskjeld.info/
Vit kunnu leggja aftrat, at vanliga var fyrsti fleygadagur eftir lunda í Nólsoy syftunsøkudag, 2. juli, men í fleiri ár hevur lítið og einki verið fleygað.
##med2##












