Prísurin á sethúsum hækkar framvegis

Men upp á seg hækkar hann nógv meiri á bygd enn hann ger í Havnini. Ábendingar eru um, at ein glotti at hóma – men tey vænta kortini, at talan er um eina falska vón

Príshækkingin á sethúsum sær út til at halda fram. Tað vísa tey nýggjastu tølini frá Betri Banka. Men tey vísa kortini á, at høkkingin er hæsað av eitt sindur, tí pílarnir ganga ikki so beint upp eftir longur, sum teir hava gjørt.

 

Betri Banki sigur, at í øðrum ársfjórðingi í ár kostaði eini sethús í havnini 3,5 milliónir í miðal og tað eru sjey prosent hægri enn miðalprísurin var í fjør. Sostatt er sethúsaprísurin í Havnini hækkaður eini 800.000 í miðal hesi seinastu fimm árini. Í landunum sum heild, var sethúsaprísurin í øðrum ársfjórðingi í ár, 2,2 milliónir og tað eru heili 17 prosent meiri enn miðalprísurin var í fjør.

 

##med2##

 

Betri Banki sigur, at hóast prísurin er nógv hægri í øðrum ársfjórðingi í ár, enn í fjør, eru prísirnir lækkaðir frá fyrsta til annan ársfjórðing í ár. Í Havnini er lækkingin 100.000 krónum í Tórshavn og á bygd er lækkingin 150.000 krónur. Betri Banki sigur, at tað kann vera eitt tekin um, at prísvøksturin ikki fer at halda fram við somu ferð, sum hesi seinastu árini.tey vænta tað tó ikki, tí tey halda, at orsøkin til lækkingina er allarhelst, at tað vórðu nógv færri sethús seld í øðrum ársfjóringi - og í fleiri førum hevur talan verið um eldri hús, sum vanliga eru bíligari enn nýggj hús.