Eitt dótturfelag hjá Pf. Christiani í Grótinum skal gera bryggju í Norðhavnini í Ánunum fyri 20. mió. krónur Talan er um eina atløgubryggju, sum verður 100 metrar, og sum er mett at kosta 20 mió. krónur.
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, sigur við Kringvarpið, at avtalan vi reiðaríið merkir ikki, at kommunan hevur svikið vinnulívið á staðnum.
Gongst sum ætlað verður arbeiðið liðugt í mars ella apríl næsta ár. Kommunan kann keypa teir 100 metrarnar í Norðhavnini um tíggju ár.