Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum sigur, at tey í Fólkaflokkinum vilja hava ein privatan tunnil, men uppskotið hjá Kára P. Højgaard skal broytast, áðrenn atkvøtt verður fyri uppskotinum.
Jørgen Niclasen vil ikki siga hvørjar broytingar Fólkaflokkurin ynskir í uppskotinum hjá landsstýrinum.
Bjarni Djurholm, tingmaður fyri Fólkaflokkin hevur gjørt greitt, at hann ikki tekur undir við privatu loysnini.
- Tað er ein støða, sum Bjarni Djurholm hevur havt leingið. Men tað ber snøgt sagt ikki til at gera ein almennan tunnil, sigur Jørgen Niclasen.
Hann heldur, at um Skálafjarðartunnilin verður almennur, so verður eingin Sandoyartunnil bygdur, og tí er hetta ikki ein møguleiki.
Hann væntar, at uppskotið frá Innlendismálaráðnum verður samtykt, tó so váttar hann, at tað eru fleiri, sum ikki taka undir við uppskotinum.
Hann vísir á, at tá ið samgongulimir byrja at leypa frá málum, so kann tað vera byrjanin til endan hjá samgonguni. Jørgen Niclasen heldur tó ikki tað ber til at siga enn, at uppskotið hjá landsstýrinum er í vanda.