Privatisering

Oddagrein

 

Tað er gott, at ein frágreiðing kemur á borðið um einskiljing - ella privatisering, sum tað eitur á føroyskum. Tó má ansast eftir, at teori og praksis sampakka og at søgan í málinum verður væl og virðiliga lýst.


Ov lítið verður gjørt burturúr, hví landið er eigari av so nógvum fyritøkum í Føroyum. Tað er fínt at greiða frá lærubókatilfari, um hví man vil hava almennar fyritøkur mótvegis privatum fyritøkum, men einki stendur í lærubókunum um almenna reaktión, tá man hevur vinnuligt kollaps vegna vanstýring av somu vinnu. Sambært teimum lærubókateoriunum, ið liberalistarnir og fortalarnir fyri hópprivatisering krøkja seg uppí, skuldi hvørki Kjølbro fyritøkan í Klaksvík, Bankarnir, Fiskasølan, fiskiídnaðurin ella nakað annað verið bjargað, tí marknaðarkreftirnar nokk skuldu syrgja fyri, at onkur hóraði undan. Tíbetur vóru tað ikki slíkir naivistar, ið sótu við róðrið í 60?unum og 90?unum, tá á leikaði. Tað almenna tók um endan, har tað áðrenn var biðið um at halda fingrarnar vekk, og tí eigur landið í dag fyritøkurnar! Tað var ikki ein bevíst politisk idoelogisk tilgongd.


Tað eru minni enn tíggju ár síðani, at bankarnir og fiskiíðnaðurin vóru bjargaði, og tí er tað í so tíðliga at tosa um, at tað er "í ósamsvar við fólkaræðisliga hugsjón", at tað almenna eigur hesar fyritøkur. Tíggju ár kann verða nógv, hjá relativt óroyndum fólki, ið hava verið styttri enn tað á arbeiðsmarknaðinum, men í tí størra høpinum er tað eitt eygablikk.


Á sama hátt, sum tað er skeivt treytaleyst at ganga inn fyri privatisering, so er tað sjálvsagt eisini skeivt at verða treytaleyst ímóti. Eitt nú burdi man kanska diskutera at selja partabrøv í Føroya Tele, og kanska síggja fremmandar íløgur í hetta felag sum ein møguleika at menna felagið tekniskt. Palliba skal tó fáa hvørt oyra aftur og helst væl afturat fyri at selja nakað av landsins ogn.


Hví skal alt nú privatiserast? Er tað tí, at Fólkaflokkurin vil loyva ávísum kreftum framat aftur fatinum? Er tað tí, at Tjóðveldið vil fíggja fullveldið? Er tað tí, at fyritøkurnar verða betri riknar á privatum hondum? Um tað er tað síðsta, so vísir søgan okkum eitt annað. JFK hevur verið ein vælrikin fyritøka á almennum hondum í útvið fjøruti ár. Bankar eru farnir fleiri ferð á heysin á privatum hondum og ganga betur enn nakrantíð á almennum hondum. Generaliseringar nytta ikki nógv, tá nú søgan vísir nakað annað.


Vónandi fer ein og hvør privatisering fram við størsta varsemi, tí søgan hevur tað fyri at endurtaka seg, og so er tað aftur skattgjaldarin, ið noyðist at taka um endan og rudda upp eftir spekulantunum.