Prix F-royar raðfylgjan avgjørd

Leygardagin hevði FUT aðalfund og eftir aðalfundin fall avgerðin um, í hvørjari raðfylgju bólkarnir skulu spæla til Prix Føroyar finaluna tann 21. apríl. Útlendskir dómarar koma at døma finaluna og okkurt kent andlit er millum dómararnar

 

Føroya Undirhaldstónleikarafelag hevði aðalfund um leygardagin og eftir fundin skipaði samskiparin Fróði Vestergaard fyri, so tónleikarar tóku seðlar, so greiða fekst á raðfylgjuni til Prix Føroyar finaluna.

Hetta var sjálvsagt spennandi løta fyri tónleikabólkarnar, ið hava spælt seg í finaluna.

Ikki allir bólkarnir vóru til staðar, men umboðsmenn vóru fyri allar bólkarnar. Ein fyri og annar eftir fóru spentir tónleikarar upp at taka ein afturlatnan brævbjálva. Úrslitið gjørdist, at fyrstir á pallin í Norðurlandahúsinum tann 21. apríl verða Týr. Síðani I am, Tám, Tangz, All That Rain, Clickhaze, Flux og síðani 200.

Týr fara ætlandi á pallin klokkan 20:o5 og 200 enda ætlandi klokkan 23:10.


Kend andlit

Eins og fyrr, so verða eisini útlendingar millum dómararnar til finaluna í át. Okkurt kent andlit er millum teirra. M.a. kemur kendi danski útvarps- og sjónvarpsverturin Hans Otto Bisgaard til Føroya at lurta og døma.

Umframt Hans Otto Bisgaard frá Metronome, koma Uffe Christensen, ummælari frá Jyllands Posten, Erik Jensen ummælari frá Politiken, Stefan Fryland plátuútgevari, ið er gamal í garði, Lennerth Backmann frá Svøríki: Plátuútgevari, Jeppe og Jacob fra Fajabefa og Roskilde Upcoming, Torben Kruse ummælari frá Musikeren.

3 fyrireikarar koma frá Nibe-Festivalen og 3 fyrireikarar frá Jelling Festivalen

Eisini kemur Jens Ove Friis, stjórið í plátufelagnum Art-Music og CMC.

Egil Ólafsson íslendgur: Sjónleikari og tónleikari. Hann skal eisini hava skeið og m.a. kunnu tónleikarar frá honum fáa góð ráð í samband við framførslu.

Umframt hesar persónar, verða eisini føroysklir dómarar til Prix Føroyar finaluna tann 21. apríl.