Prix Føroyar skal nú vera meira hyggjaravinarligt. Sjónvarp Føroya, sum er ein av trimum høvuðskreftum handan Prix Føroyar, hevur sett sær fyri at gera nógv burturúr beinleiðis sjónvarpssendingini frá Prix finaluni, og í hesum sambandi hevur stovnurin leigað ein tann besta sjónvarpsprodusaran í Danmark, føroyingin Per Zachariassen.
Og føroyski produsarin ætlar sær at bróta upp úr nýggjum fyri geva sjónvarpshyggjarum eina so góða uppliving sum møguligt.
- Fólk kring landið skulu fáa eina kenslu av, at Prix finalan er gjørd fyri teirra skyld, og ikki bara er nakað, sum hendir í Norðurlandahúsinum. Tey skulu kenna seg sum ein part av finaluni og soleiðis eisini fáa størri áhuga fyri at fylgja henni, ljóðar hugsjónin hjá Per Zachariassen, nú hann liggur leysur í luftini fyri at fáa Prix Føroyar at taka seg væl út á sjónvarpsskermunum leygarkvøldið.
Tillaga Prixið
Sambært føroyska produsaranum er Prix Føroyar ikki nakað idealtiltak til sjónvarpsframleiðslu.
- Eg síggi Prix Føroyar finaluna sum eina rocktónleikakapping og sum so er hon kanska meira egnað sum konsert enn sum sjónvarp, tí tónleikurin er heldur smalur. Fyri mær er idealtiltakið til sjónvarpsframleiðslu eitt konsept sum ?Stjerne for en aften?, tí har kunnu øll vera við. Tað hava vit sæð eitt týðulig prógv fyri, ikki minst her í Føroyum, sigur Per Zachariassen.
Tí hevur hann eisini heitt á fyrireikararnar um at tillaga Prix Føroyar konseptið til at hóska betur sum sjónvarpssending. Millum annað við at skipa fyri hyggjaraatkvøðugreiðslu.
- Higartil hava sendingarnar frá Prix finalunum mest av øllum verið filmaðar konsertir. Nú skal finalan vera ein sjónvarpssending. Til tess at røkka hesum havi eg millum annað roynt at fingið hyggjaratkvøður til at gerast ein part av Prix finaluni. Soleiðis kann man fáa hyggjararnar við, og tað er ein umráðandi partur av einari góðari sjónvarpssending, sigur Per Zachariassen.
Skilir ikki ónøgdina
Hann er ikki óvitandi um ta ónøgd, sum stóðst millum tónleikararnir í finalubólkunum um júst hesa broytingina, men hann hevur ilt við at skilja ónøgdina.
- Eg eri ósamdur við tónleikarunum, sum hava so nógv ímóti hesum broytingum, og vit hava havt eina diskussión saman um tað. Soleiðis sum eg síggi tað, so eru tónleikararnir luttakarar í hesari kappingini, og tí eg skilji ikki hví teir blanda seg so nógv upp í dømingina. Dømingin er ikki teirra borð.
Nokkso improviserað
Sjálvur er Per rættiliga spentur um, hvussu alt fer at rigga, tí arbeiðið við Prix finaluni er nakað øðrvísi, enn hann er vanur við.
- Vanliga brúkar man nógva tíð uppá at venja allar mannagongdir undan einari beinleiðis sjónvarpssending, soleiðis at alt kann leggjast til rættis niður í smálutir. Men tað ber ikki til við Prix finaluni. Har verða nógvir luttakarar og vit hava lítla tíð at venja, og tí vera nógv fleiri ókendir faktorar undir framleiðsluni av Prix finaluni, enn eg eri vanur við. So tað verður helst nokkso improviserað, sigur Per Zachariassen, sum sjálvur fer at uppliva finaluna frá einum sendibili uttan fyri Norðurlandahúsið, har hann skal stýra beinleiðis sendingini.
Serkunnleika við sær
Hann fer tó ikki at stýra showinum í blindum, tí við sær til Føroya hevur hann fleiri góð fólk, sum júst hava sum uppgávu at minka um tilvildina. Eitt av fólkunum, ið eru komin til landið saman við føroyska produsaranum, er ein sonevndur ?floor-manager?, hvørs arbeiði er at syrgja fyri, at røttu fólkini koma á rætt stað á pallinum í røttu tíð.
Afturat sær hevur Per eisini ein produsara-assistent, sum millum annað arbeiðir við at greina allan tónleikin, sum fer at verða spældur á Prix finaluni, soleiðis at produsarin altíð veit hvat hendir hvar í hvørjum lagi hjá hvørjum bólki.
Í ferðalagnum saman við Peri eru eisini ein teknikkari til at standa fyri samskiftinum millum sjónvarpsfólkini, ein kameramaður, ið skal føra eitt sonevnt ?steady-cam? uppi á pallinum og ein annar kameramaður, ið skal stýra einum kamerakrana, ið er útgjørdur við einum átta metrar longur armi.
- Hetta eru alt fólk, sum eg eri vanur at arbeiða saman við og sum hava serkunnleika og drúgvar royndir innan hvør sítt øki, og tí havi eg valt at taka tey við. Í Sjónvarpi Føroya finnast eisini nógv dugnalig fólk, men eingin teirra hevur rutinu í til dømis at føra eitt steady-cam ella ein átta metrar langan krana beint yvir høvdinum á eini áhoyrarafjøld, og tí havi eg valt at fáa fólk uttanifrá at hjálpa við tí, greiðir Per Zachariassen frá.
Byrjaði í Sjónvarpinum
Per Zachariassen byraði heilt ungur sína lívsleið innan sjónvarpsframleiðslu sum AV-teknikaralærlingur á Sjónvarpi Føroya. Har var hann millum annað við til at framleiða gitnu sendirøðini um ?Dólgarnar?.
Seinni fór hann til Danmarkar og tók har útbúgving sum sjónvarpsprodusari á Danska Filmskúlanum.
Eftir lokna útbúgving fekk hann starv hjá Danmarks Radio, og gjørdi har rættiliga vart við seg sum partur av framleiðsluliðnum handan sendingina ?Transit?. Síðan tá hevur hann starvast nógv fyri Danmarks Radio og fyri ymisk filmsframleiðslufeløg. Hann var við til at gera sendingina ?Den store klassefest?, ið fyrst varð send í Danmarks Radio og síðan er seld til fleiri sjónvarpsstøðir í øðrum londum
Okkurt hevur Per Zachariassen eisini fingið av skafti her í Føroyum seinnu árini. Saman við øðrum hevði hann eitt skifti føroysku fyritøkuna Corona-film, sum gjørdi sendingarnar ?Ein gerandisdagur? fyri Sjónvarp Føroya, og seinast hevur hann sum partur av donsku fyritøkuni Blu Entertainment produserað sendingina ?Satsa?, ið fyrst varð royndarkoyrd í Sjónvarpi Føroya og sum nú eisini koyrir í donskum sjónvarpi undir heitinum ?Boxen?.