Proffesionalisman køvir privatu sannføringina

- Jenis av Rana hevur eftir øllum at døma trupult at skilja millum persónlig áhugamál og proffessionelt arbeiði. Sjálvandi er ikki talan um eina journalist rasu, sum ger alt eins, sigur Øssur Winthereig, tíðindaleiðari í Sjónvarpi Føroya

-Jenis av Rana og aðrir politikarar við honum royna at trýsta sína heimsfatan yvir á okkara fakøkið. Heimsfatanin hjá politikarum er bygd á, at øll fólk einans arbeiða fyri promovera seg sjálvan, men hesa heimsfatan hevur tíðindaflutningur ikki. Vit hava fleiri mál, sum vit royna at uppfylla. Millum hesi eru upplýsing, fjølbroytni, viðgerð av týðandu málum og undirhald.
Tíðindaleiðarin í Sjónvarpi Føroya, Øssur Winthereig, er ein av royndastu tíðindamonnum í Føroyum. Hann er alt annað enn samdur við sjónamiðunum hjá formanni Miðfloksins, Jenisi av Rana, sum í Sosialinum týsdagin legði stóran part av tíðindafólkunum í Føroyum undir at viðgera evni úr einum einstakum sjónarhorni-tí persónliga hjá tíðindafólkinum. Hetta uppáhald bygdi hann á einstáttaðu viðgerðina av sonevndum etiskum málum og uttanríkispolitiskum evnum sum Ísrael og George Bush.
- Jenis av Rana hevur eftir øllum at døma trupult at skilja millum persónlig áhugamál og proffessionelt arbeiði. Sjálvandi er ikki talan um eina journalist rasu, sum ger alt eins. Tvørturímóti vísa tíðindasendingarnar í útvarpi og sjónvarpi, hvussu stórt fjølbroytni er, vísir Øssur Winthereig.

Subjektivur journalistikkur
-Tað er í alt ov stóran mun persónligi sjónarmiðini hjá fjølmiðlafólkinum, sum ger av, hvussu málini verða lýst og viðgjørd, og tað er skaðiligt fyri demokratiið, tá hugsað verður um, at tað eru fjølmiðlafólkini, sum velja og vraka, hvørji tíðindi, tey vilja bera fram, sigur Jenis av Rana
Í greinini týsdagin gjørdi formaður Miðfloksins vart við, at føroysk tíðindafólk skaða og eru ein forðan fyri fólkaræði í Føroyum, tí tey eftir hansara tykki velja og vraka tíðindini eftir persónligari og politiskari sannføring, og ikki óheftum metingum.
Øssur Winthereig hevur ongantíð dult fyri, at hann hevur hoyrt til vinstravongin í Føroyum. Hann var virkin á vinstravonginum í sjeytiárunum, og hann stillaði eisini upp til fólkatingsvalið í 1994 fyri Verkamannafylkingina.

Hevur tín politiska sannføring ongantíð ávirkað tíni val sum tíðindamaður?
-Vit eru øll menniskju av kjøti og blóði, sum velja og vraka tíðindi hvønn dag. Okkara val vera tikin eftir einum proffessionellum hugburði og ikki eftir persónligari sannføring, sum passar inn í onkra yvirskipaða politiska skipan. Men stendur valið millum at verja tann, sum stendur veikast ella um at fara á onkra ráðstevnu hjá onkrum, skal tað ikki vera nakað dulsmál, at eg velji tað fyrra, svarar Øssur Winthereig.
Í greinini í Sosialinum í gjár vísti Jenis av Rana eisini á, at hann metti, at borgarar, sum vera noyddir at rinda sjónvarps- og útvarpsgjald, eiga kunna krevja, at viðgerðin av málum ikki verður litað av persónligu sannføringini hjá tíðindafólkunum.
-Tað er einki, sum eitur objektivur tíðindaflutningur. Tíðindaflutningur er subjektivur. Summi halda kanska tað ber til at gera objektivivan journalistikk og stremba eftir tí, men tað haldi eg ikki, og eg strembi ikki eftir tí.Tá tú ert eitt menniskja av kjøti og blóði, sum daliga situr og velur tíðindi, slepst ikki undan, at tú ert subjektivur. Hetta merkir kortini ikki, at tú velir subjektivt eftir persónligari ella politiskar sannføring, men hinvegin eftir sakligum og proffessionellum kriterium. Eg haldi tað nógv týdningarmiklari at vera sakligur enn objektivur, vísir tíðindaleiðarin í Sjónvarpi Føroya á.
Professionellu kriteriini, sum Øssur sipar til eru millum annað, at øll skulu sleppa til orðanna, men hetta nýtist ikki at vera samstundis, sum Jenis av Rana krevur, umframt at tíðindini hava týdning fyri borgararnar.

Ongan týdning
Øssur Winthereig heldur ikki tað hevur nakran týdning, hvørja politiska sannføring tíðindafólk hava, tí kravið hjá borgaranum má fyrst og fremst vera , at handverki hjá tíðindaflutninginum er í lagi.
-Eg haldi snøgt sagt ikki tað hevur nakran týdning fyri tíðindaflutningin um tíðindafólk velja til vinstru ella høgru. Tað ræður fyrst og fremst um dygdina á tí journalistiska arbeiði, sum verður gjørt. Eg kann finnast at journalistiska arbeiðnum, um vit eitt nu ikki lata allar keldur sleppa til orðanna ella ikki kanna okkara upplýsingar nóg væl, men tað hevur einki við politisku sannføringina hjá tíðindafólkinum at gera. Eg haldi tað er líkamikið hvørja politiska sannføring starvsfólkini á SvF, ÚF, Dimmalætting ella Sosialinum hava, tí tað sum hevur týdning er um handverkið er í ordan, heldur hann.

Vanta klagustovn
Tíðindaleiðarin í Sjónvarpi Føroya heldur tað er mennandi við atfinningum uttanífrá og einum kjaki um føroysku fjølmiðlarnar, men hann heldur tað er snøgt sagt burturvið at leggja føroyskar journalistarnar undir meir ella minni við at mótarbeiða demokratiinum, sum Jenis av av Rana vil vera við.
Øssur Winthereig vísir á í hesum sambandi, at tað er sera óheppið, at hvørki ein hyggjari ella lurtari í dag hevur møguleika til at klaga yvir viðgerð í almennu fjølmiðlunum.
-Í løtuni ber til at senda eina klagu til stovnin, men tað er ikki góður siður, at ein stovnur skal viðgera eina klagu um seg sjálvan. Úr tí kemur sjáldan nakað gott burturúr. Tað er tí umráðandi, at vit sum skjótast fáa eitt fjølmiðlaráð, sum tú kanst klaga til, og sum hevur somikið av trúvirði, at ikki bara almennu, men eisini privatu fjølmiðlarnir, lurta eftir einum fjølmiðlaráði, sigur Øssur Winthereig at enda.