ÍF verður uttan Jhon Mena til seinnu hálvu og sannlíkt eisini Elvio Glemini. Formaðurin í ÍF, Georges Rouah, váttar fyri In.fo, at Jhon Mena er farin av landinum og sannlíkt verður Elivu Gelmini eisini loystur úr sáttmalanum.
- Jhon Mena skal verða pápi í næstum og konan er Kolumbia. Hann hevur ynskt at sleppa úr sáttmálanum og tað hava vit játtað. Familjan hjá Elvio Gelmini trívist ikki longur í Føroyum og hann ynskir eisini at sleppa úr sáttmálanum. Tað verður sannlíkt til tað, sigur Georges Rouah.
Formaður í ÍF leggur afturat, at felagið leitar eftir spælarum at koma í staðin, men tað er óvist hvussu langt felagið kann strekkja seg. ÍF liggur aftast við trimum stigum.