Projektir til vinnulívið

Útbúgvingin sum framleiðslutøkningur við Tekniska skúla er ein tvey ára framhaldandi útbúgving

Tekniski skúlin

Týsdagin, 19. apríl, løgdu næmingarnir í framleiðslutøkni við Tekniska skúla fram síni projektir.
Nøkur av projektunum hjá næmingunum eru ógvuliga áhugaverd og kunnu saktans gerast viðkomandi fyri vinnuna.
Eitt nú hava næmingarnir framleitt eina maskinu, sum avsaltar saltfisk. Mett verður, at hetta kann gerast ein maskina, sum vinnan kemur at hava áhuga fyri.
Eitt annað projekt, ið næmingarnir við Tekniska skúla hava gjørt, snýr seg um at nýta ljósleiðarar til at lýsa upp í eitt nú tunlum og aliringum.

Útbúgvingin
Útbúgvingin, sum framleiðslutøkningur, er ein tvey ára framhaldandi útbúgving, sum í Danmark hevur heitið, "produktionsteknolog".
Útbúgvingin á Tekniska skúla tekur tvey ár og fevnir eitt nú um hesar lærugreinar; maskinkonstruktión, framleiðslutøkni, framleiðslu-og virkisleiðslu, leiðsla-samstarv, støddfrøði/ alisfrøði, teldulæra (mest CAD-forrit), virkisbúskapur og automatión.
Upptøkukrøvini eru; handverksútbúgving í viðkomandi yrki, studentsútbúgving, SIT 2. støðisár, HIF, HH, HT og HF.
Seinasta freist at søkja á Tekniska skúla sum framleiðslutøkningur var í gjár, mánadagin, 9. mai.
Skúlin byrjar aftur, 15. august 2005.