Tað verður ikki meiri enn, at møðin verður runnin úr kroppinum og sinninum eftir strævnu uppgerðina í Europa Cup hjá KÍ spælarunum, áðrenn teir í morgin skulu spæla á heimavølli ímóti B36.
Tað hevur gingið rættuliga striltið hjá KÍ ímóti B36 higartil í ár. Eyma punktið hevur verið verjuspælið. B36 hevur aftur og aftur dugað at gera nyttu burturúr, at KÍ verjan onga dýpd hevur havt, og at aftastu klaksvíkingarnir hava verið frammarlaga á vøllinum.
Hóskvøldið á Svangaskarði var sami veikleiki sjónskur, sum so ofta fyrr í ár hevur kostað hjá KÍ, og sum sunnudagin var ein av orsøkunum til øll trý málini, sum B68 fekk. Tí skuldi tað ikki komið heilt óvart á, um KÍ í morgin fer at hugsa meiri um uppbakkingina, enn teir higartil hava gjørt.
Allir KÍ spælararnir eru tøkir.
Felags fyri B36 og KÍ er, at møguleikin fyri at vinna FM heitið er burtur. Hjá B36 er Pól Thorsteinsson, sum ikki var við sunnudagin, og sum fór av vøllinum í landsdystinum ímóti Íslandi, tí hann var skaddur í hølsinuni, komin fyri seg aftur. Heini í Skorini og Bárður Mortansson, sum hava verið nógv skaðaplágaðir í hesum kappingarárinum, eru framvegis ikki tøkir.
Hjá KÍ tóktist støðan eftir 4?0 tapið ímóti Molde at vera hampulig. Men tað fekst ikki at vita fyrrenn í gjárkvøldið, hvussu skaðastøðan var.