Tað mundi vera eitt av ársins mest óvæntaðu úrslitum, tá ið FC Hoyvík í kvøld á Tórsvølli vann 1-0 ímóti B36. Umframt at úrslitið styrkir um støðuna hjá FC Hoyvík í kappingini um at sleppa undan at flyta niður, so hevur tað týdning fyri tey, sum kappast um at flyta upp, at B36 tapti. FC Suðuroy er topplið og favorittur at flyta upp. AB, B71 og TB hava framvegis møguleika at flyta upp. Treytin fyri at flyta upp er, at liðið í hvussu so er endar á triðja plássi. Í kvøld er AB seks stig frá bronsuplássinum, B71 er sjey stig frá bronsuplássinum, og TB er níggju stig frá bronsuplássinum. Tað eru sjey umfør og 21 stig eftir at spæla um.
B36 var undan hesum dystinum á bronsuplássinum við 37 stigum, og FC Hoyvík var á níggjunda plássi við 14 stigum.
Einasta málið skoraði Simon Jørgensen í 13. minutti. Uppleggið átti Jonas Kirkel. Hetta eru tveir 19 ára gamlir danskir spælarar, sum í summar fluttu til Føroyar og FC Hoyvík fyri at hjálpa til at varðveita plássið í næstbestu deildini. Í kvøld var Simon Jørgensen málskjútti fyri aðru ferð. Hann skoraði 2-1 sigursmálið, tá ið FC Hoyvík 3. august vann 2-1 á heimavølli ímóti HB.
Tølini siga, at talan var um javna grannauppgerð. B36 misnýtti brotsspark, sum Alexander Kostow í FC Hoyvík málinum bjargaði, og eftir steðgin var B36 nógv í álopi, meðan FC Hoyvík vardi og dúvaði upp á møguleikan at fara í mótálop. Dagsins maður var FC Hoyvík málverjin Alexander Kostow sagdur at vera.
Sigurin í kvøld ber við sær, at FC Hoyvík við 17 stigum er eitt stig frá KÍ og áttanda plássinum. NSÍ er á sjeynda plássi við 22 stigum. Fríggjadagin fer FC Hoyvík at spæla á heimavølli ímóti NSÍ.
Næsti dystur hjá B36 verður leygardagin á útivølli ímóti B71.