Pussy Riot dømdar sekar

Tær tríggjar kvinnurnar úr russiska tónleikabólkinum Pussy Riot vórðu í dag dømdar sekar í "hooliganismu", sum sambært dóminum var grundað á átrúnaðarligan hatur. Í grundgevingini leggur rætturin dent á, at kvinnurnar vóru "í óhóskandi klæðum", og at tær vístu ein atburð, sum "ikki virðir ta kristnu kirkjuna", tá tær fóru inn í eina kirkju og skipaðu fyri einum mótmælistiltaki ímóti Vladimir Putin.

Sjálv revsingin verður ásett seinnapartin.

Kvinnurnar, Nadesjda Tolokonnikova, Jekaterina Samutsevitj og Maria Alekhina, hava sitið í varðhaldi, síðani tær vórðu handtiknar fyri fimm mánaðum síðani.