Putin ger seg inn á loftrúmið hjá Nato-londum

Bæði Rumenia og Lettland, sum eru limir í Nato, hava havt russiskar dronur í sínum loftrúmi.

Rumenia, sum er limur í Nato, sigur, at ein russisk drona var yvir rumenskum loftrúmi sunnunáttina.

 

Tað vita útlendskar tíðndastovur at siga í dag.

 

- Vit fordøma hendingina upp á tað harðasta, sigur uttanríkisráðið í Rumenia í einari útsøgn.

 

Lagt verður aftrat, at Nato-lond hava fingið fráboðan um hendingina.

Tað var radarskipanin í Rumenia, sum gjørdist varug við dronuna, áðrenn hon snaraði móti Ukraina.

 

Eisini Nato-landið Lettland sigur, at ein russisk drona hevur verið í teirra loftrúmi.

 

Verjumálaráðið í Lettlandi sigur, at dronan kom úr loftrúminum hjá Hvítarusslandi.

 

Sagt verður, at dronan endaði í bakkanum í Rēzekne-regiónini har eysturi í Lettlandi.

 

Sambært útlendskum miðlum er óvist, um dronan varð skotin niður - ella um hon datt niður í lettiskum øki.