Putin noktar: Ikki Abba fjeppari

Russiski forsætisráðharrin Vladimir Putin noktar fyri The Times, at hann skal hava fingið eitt Abba-kopi orkestur til at undirhalda honum og sjey gestum til ein døgurða Hermiorkestrið, sum eitur Bjorn Again, hevur annars fortalt, at Putin dámdi væl konsertina, sum eftir øllum at døma kostaði Kreml um 20.000 bretsk pund. Putin dansaði, rópti bravo og til sangin Mamma Mia hevði hann armarnar á lofti.

 

Alexander Nekrassov, fyrrverandi talsmaður fyri bæði forseta Boris Jeltsin og Vladimir Putin, undrast yvirfyri BBC á orsøkina til, at talsmaður Putins nú noktar at privata konsertin er farin fram:

 

- Putin er kendur í Ruslandi sum ein machomaður, sum arbeiðir alla tíðina, og alt snýr seg um búskapin. So tað kann kanska síggja keðiligt út við eini Abba-konsert. Gomlu kommunistarnir undrast nokk eitt sindur, sigur Alexander Nekrassov við BBC.

 

Fyrrverandi forsetin og KGB-njósnarin hevur svarta belti í judo, og farna ár sendi hann út ein instrukións DVD um júst hetta.

 

Núverandi forsetin, Dmitry Medvedev, er kendur fyri at vera ein stórur Deep Purple fjeppari, men hevur, fyri alt vit vita, ikki enn reagera uppá søguna um Abba-orkestrið.