Úr botninum

Útisetar okkara stríddust væl í vikuskiftinum og bjargaðu sær úr botinum nú bert tvey umfør resta í

Talv
Undan dystinum ímóti Hillerød lógu føroyingar í Keypmannahavn á fimta plássi í 2. deild og bert trý stig og tvey pláss niður til niðurflytingarplássi. Hillerød lógu hálvt stig aftari enn føroyska felagið, og tí varð talan um týðandi botndyst.
Ikki vóru útlitini góð hjá okkara monnum, tá Heini Olsen, Flóvin Tór Næs og Rógvi W. Rasmussen ikki vórðu tøkir til hendan dyst. Gamla orðavendingin sigur tað væl, nevnliga, at maður kemur í mans stað, og tíbetur varð júst hetta prógvað í dystinum, sum endaði við einum 4,5 ? 3,5 sigri til føroyingarnir.
IM John Rødgaard bleiv boðin niður at manna plássið hjá Heina, meðan Terji Petersen og Magnus Egholm arvaðu plássini hjá Flóvin og Rógva. Tá rating viðvíkur vóru danirnir við yvirlutan, men stigini fóru kortini rætta vegin.
John Arni Nilssen telvaði eitt gott talv á fyrsta borði og vann. Nevnast skal tó at danin, Jens Østergaard, hevði gyltan møguleika tað einu løtuna at avgera talvið, men sá tíbetur ikki ljósið.
Merkisvert ljóðar tað, men allir hinir sjey telvarnir á liðnum leiktu javnt. Bert eitt vunnið talv og heili sjey javnleikir. Sera óvanligt. Bert tveir av hesum sjey javnleikum vórðu lidnir innan fjórða tíman, nevnliga teir hjá IM John Rødgaard og Carl Eli N. Samuelsen.
Eyðun Nolsøe, Magnus Egholm og íslendarin á liðnum, Hlidar Hreinsson, bardist væl og leingi fyri javnleikinum, meðan Heini Danielsen helst átti at fingið alt stigið, men bleiv snýttur og mátti taka til takkar við hálvum gekki. Terji Petersen sat seinast eftir og vann sær javnleikin.

Støðan í 2. deild
K4126,5
Helsingør22
Føroyar20,5
Skakspilleren20,0
Hillerød19,0
AS 190418,5
Fredriksberg17,5
Lyngby-Virum16,0

Sum tað sæst á stigartalvini eru føroyingar nú á einum heiðurligum triðja plássi, men eru enn bert trý stig frá niðurflytingarplássinum, eftirsum tvey lið flyta úr deildini. Munurin er tó at liðið hevur yvirhálað tvey onnur lið, sum hava tungar dystir eftir. Eitt lið flytur upp í fremstu deildina, og sum tað sæst, er hetta nærum við vissu ein ógjørlig uppgáva hjá føroyingunum. Tvey umfør resta í, og næsta mótstøðulið føroyinga verður AS 1904 (verður telvað 24. feb). Í seinasta umfari verður toppliðið K41 mótstøðuliðið ( seinasta umfar 17. mars), sum hava verið suvirenir í ár og flyta allarhelst upp í 1. deild.

Ungdómskappingin útsett
Vegna harðan storm um vikuskifti, varð umdómskappingin á Oyrarbakka útsett. Helst verður kappingin flutt til leygardagin 17. februar, men enn kann einki sigast við vissu. Sí www.faroechess.com um nærri upplýsing.
Heili 150 børn høvdu teknað seg, og er hetta óhoyrt høgt tal og sjálvsagt sera gleðiligt. Seinasta árið hevur talv sum ítrív vaksið alsamt millum skúlabørn, og eiga feløgini kring landið heiðurin fyri hetta. Talvsambandið eigur eisini sín lut í hesum tiltøkum. Eitt nú verður meira fíggjarlig orka frá TSF løgd í undómstelving kring landið, og hetta samanspæl millum feløgini og TSF tykist at bera frukt.
Um tit hava spurningar viðvíkjandi komandi kapping á Oyrarbakka, setið tykkum í samband við Bergur Johannesen á tlf. 210056, ella teldupost: berglis@post.olivant.fo.

NM fyri unglingar
Í døgunum 14-17. februar verður Norðurlandameistaraheitið fyri unglingar leikt í Danmark. Úr Føroyum fara Martin Poulsen, Hans Kristian Simonsen (17-20 ára bólkurin), Olaf Berg, Rani Thómasson (15-16 ár) og Rógvi Mortensen (11-12 ár). Liðleiðari verður John Rødgaard. Trý kend nøvn eru millum hesar ungu sterku telvarar, nevnliga Martin, Hans Kristian og Olaf, meðan tvey nýggj andlit í NM høpi eru teir báðir, Rani og Rógvi.
Rani er klaksvíkingur og har norðuri frá verður sagt, at hann er sera talentfullur, og ein framtíðar elitutelvari. Eitt nú prógvaði Rani sítt virði tá hann leikti javnt móti tí meira kenda Hans Kristian í FM-Unglingakappingini seinastu páskir, umframt at Rani eisini koppaði The Grand Old Man Justines Hansen av Toftum - sum er umleið 60 ár eldri enn Rani ? í liðkappingini.
Rógvi er evnaríkur havnardrongur, sum hevði eitt rimmar 2001 talvár við eitt nú góðum úrsliti seinastu páskir, umframt eina sera góða Íslandssúlukapping og HT-open. Bæði Rani og Rógvi eru sera ágrýtnir og luttaka í nógvum kappingum. Jú, framtíðin innan føroyska telving tykist bjørt.
Sum liður í komandi NM-kapping, er serligur talvskúli nú á døgum í Klaksvík, har Heini Olsen undirvísur okkara ungdómselitutelvarum, umframt at aðrir áhugaðir ungdómar eisini eru við í tiltakinum.