Árni Joensen, form. Føroya Ráfiskaseljarafelag
??????????????
Av tí at nakað av skriving hevur tikið seg upp, nú arbeiðsloysi økist (higartil uml. 4-5 %), tykist alt benda á ta borðið, at rávøra okkara, fiskurin, nærum fyri einhvønn prís, skal tvingast inn á føroysk framleiðsluvirkir.
Alt gott um hugsanina at skapa sum mest av arbeiði í landinum og helst til allar arbeiðsførar hendur, men tað er nú einaferð so, at tað eru tvær síður í eini søk og so er eisini her.
Virðisøkingin í framleiðsluliðinum er sera týdningarmikil fyri samfelagið og hvørki kann ella skal undirmetast, men við vánaligum marknaði kann hon eisini gerast negativ og hvat er so vunnið á landi.
Hinvegin so skal ein støðug rávørutilgongd til hjá virkjunum, fyri yvirhøvur at fáa sáttmálar við góðar keyparar, tí leveringstrygd er ein grundarsteinur undir góðum og støðugum handli.
Tað tykist sum at teir persónar, ið alment hava átikið sær at skriva um hetta mál eru ikki sørt subjektivir og hugsa nærum bert um ta einu síðuna av málinum, nevniliga at helst skal øll veiða fyri einhvønn prís leggjast upp her í landinum til virkingar og virðisøkingar.
At skipaeigarar- og seljarar vilja hava sum mest fyri fiskin er eyðsæð, og átti ikki at undra nakran, men vit vilja ikki hava sitandi á okkum at vit útflyta feskan fisk, tí at vit bert hugsa um okkum sjálvar og ikki samfelagið. Í fleiri førum er spurningurin at avmarkað eitt tap hjá skipunum, so hjá teimum er støðan ikki góð og støðga skipini so er lætt at gita um úrslitið.
Tað er sum kunnugt nevniliga so, at fyri at fáa fatur í fiskinum, skulu veiðufør til, og fyri at sleppa at veiða skulu veiðuloyvi til, og alt hetta kostar sera nógv og skal sjálvsagt forrentast.
Tað er ein sannroynd í hesum stuðulsfríu tíðum, at virkini á landi, við lógini um vinnuligan fiskiskap í hendi, ómakaleyst fáa fatur á ein føstum parti av rávøruni, tí at reglur tryggja hesum. Teimum nýtist ikki at gera so nógv burturúr, tí skipini noyðast at leggja ávísa nøgd uppá land, skulu tey ikki verða revsa við at missa fiskidagar.
Vit, ið fáast við sølu av feskum fiski, hava mangan verið, og koma av og á útí ta støðu, at virkini á landi ikki megna at takað ímóti veiðu- ella pørtum av veiðu okkara og hinvegin, so ger hitt øvugta seg eisini galdandi, har eftirspurningurin er størri enn útboðið, men hóast tað, so fæst prísurin her heima ikki upp, eins og í grannalondum okkara tá eftirspurningurin økist.
Tað er veruliga her, íð skógvurin trýstur, tí hvat gert tú tá virkini her heima av og á ikki klára at taka ímót, - ella ikki vilja lyfta prísin upp á støðið har útlendingar mangan eru.
Soleiðis eru nakrir spurningar, ið vit av og á skulu taka støðu til m.a.:
?Hvat gera vit við fiskin tá virkini ikki megna at taka ímóti? (hendir av og á).
?Hvat gera vit við fiskin tá virkini eru stongd vegna frítíð?
?Hvat gera vit við fiskin tá arbeiðstøðgur tekur seg upp?
Hví eru t.d. prísirnir her heima so javnt lágir fyri okkara størstu rávøru, t.d. upsan og hýsuna, tá útlendingar hinvegin, hóast alt, av og á megna at lyfta prísin upp, bæði tvær og tríggjar ferðir prísin her heima, sjálvsagt alt eftir útboði. Har er so hóast alt "lív" í prísgongdini og ein náttúrlig javnvág millum útboð og eftirspurning, har avspeglingin sæst í prísinum.
Er tað sølan av liðugtframleiddum vørum sum haltar, við harav vánaligum rávøruprísum?
Hvat er vorðið av tí dynamisku prískappingini, ið verða skuldi?
Jú, orsøkin er heilt einfalt hon at ov fáir keyparar eru at bjóða uppá fiskin, (ikki tí hetta hendir eisini av og á í grannalondum okkara), men her heima skulu skipini smbrt. lóg leggja ein lutfalsligan part av veiðuni upp í Føroyum og tá henda lóg tryggjar rávøruna, so gerst ómakurin at fáa hendur á henni, tilsvarandi minni.
Vit skulu fegnast um, at bæði veiðu- og søluliðið av feskum eru so mikið at sær komin, at tey gjølla fylgja prísgongdini á marknaðinum í grannalondum okkara og fegið vil søkja slíkar marknaðir eisini, tí um alt stóð, - ella fall við heimamarknaðinum, so eri eg bangin fyri at soðið gjørdist ov tunt, við teirri avleiðing at flotin, - ella partar av honum ikki hóraðu undan.
Tað tykist sum planbúskapurin er við at troka seg innaftur gjøgnum bakdyrnar og at tað ræður um, við lógini í hond, at fáa alt at stagnera í berum máttloysi.
At fiskakeyparar siga seg, - hóast royndir, ikki at fáa fatur í fiskinum hevði verið møsn, um proformasølurnar vóru avtiknar, og hesar kunnu bert avtakast við at broyta - ella avtaka kunngerð nr. 148. Henda kunngerð ger meiri skaða enn gagn, men torført tykist at fáa hana avtikna, so her kundu politikkararnir hóskandi byrjað ?
Um onnur krøv, sum t.d. flokking koma, ja, so lat tað avspeglast í prísunum, soleiðis at tað veruliga loysir seg.
Hygg t.d. at flotanum, ið fiskar uppsjóvarfisk, har eru ikki avmarkingar til hvussu nógv skal leggja uppá land í Føroyum og hvussu nógv kann landast uttanlands og júst hetta frælsi hevur økt um føroyska kappingarføri og skapt ein neyðugan prísdynamikk, til gagns fyri bæði skip og virkir.
Ongar avmarkingar eru til rækjuflotan, tá um sølu av vøruni ræður. Hesin partur av flotanum liggur tíverri tungt í sjónum, men her er orsøkin nokk ov stórt útboð av rækjum í mun til eftirspurningin.
Ongar avmarkingar eru til alda fiskin, alararnir hava neyðugt frælsi frá føroysku mynduleikunum, hóst teir eins og vit hava eitt loyvi frá myndugleikunum. At teirra marknaðarstøða líkist tí hjá rækjuflot-anum, kemur helst av eini altjóða ovurframleiðslu.
Hví skal botnfiskaflotin so hava avmarkingar, tá um avreiðing ræður, hví skal lóg til fyri at tryggja virkjunum vøru, - er tíðin ikki farin frá protectionismu?
Boðskapurin má vera: Lat vinnuna skipa seg sjálva ?
Um t.d. øll kunngerðin nr. 148, ella partar av henni verða strikaðar, (orðingina, ? at fiskurin skal bjóðast út og seljast) burtur, serliga orðingina: at fiskurin skal seljast, tí tað er her at trupulleikin stingur seg upp, og er sjálv rótin til proformasølurnar, so verða ongar proformasølur, tí so verður fiskurin heilt einfalt bjóðaður út, men ikki tvingaður ígjøgnum eina sølu fyrrenn rætti marknaðarprísurin er fingin, tað verði seg úti ella heima.
Tvang elvir ongantíð til nakað gott og positivt!
Latið okkum latað upp fyri at fáa eitt breiðari- og meiri fjølbroytt úrvæl av keyparum, ið kappast sínamillum, soleiðis at rávøra okkara kann fáa tann prís hon eftir marknaðinum veruliga hevur uppiborið og latið okkum saman loysa hesar, fyri vinnuna so viðkomandi spurningar.