R-frádrátturin samtyktur í Fólkatinginum

Fólkatingið hevur nú samtykt, at lesandi føroyingar og grønlendingar í Danmark skulu hava tilsamans 71.000 kr. í skattafrádrátti árliga. Lesandi úr øðrum londum fáa til sammetingar ein frádrátt á 42.900 kr.

- R-frádrátturin er eitt prógv um, at samstarv millum Føroyar og Danmark gevur úrslit, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, nú Ríkisfelagsskapsfrádrátturin er gjørdur til lóg.

Fólkatingið hevur nú samtykt R-frádráttin, og tað ber í sær, at R-frádrátturin ? saman við tí generella skattafrádráttinum til lesandi í Danmark ? tryggjar, at føroysk og grønlendsk lesandi í Danmark fáa ein samlaðan frádrátt uppá 71.000 kr. árliga.

Skattafrádrátturin til lesandi ikki-ríkisborgarar í Danmark er til sammetingar niðri á 42.900 kr. árliga.

- Danska stjórnin ásannar við R-frádráttinum, at lesandi úr øðrum pørtum av Ríkisfelagsskapinum skulu hava ein fyrimun fram um útlendsk lesandi, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.

- Hetta fegnist eg almikið um, tí okkara lesandi skulu hava góðar lestrarumstøður í Danmark, har flestir føroyingar nema sær víðari útbúgving, sigur Edmund Joensen.

Skrivstovan hjá Edmundi Joensen sigur í skrivi, at nýggi R-frádrátturin gerst veruleiki, eftir at Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur arbeitt tætt saman við danska skattamálaráðharranum um at fáa málið framt.