Dagfinn Olsen
Jógvan Dahl er kendur maður. Tey tilkomnu kenna hann frá ungdómsárunum, tá hann leikti við kendastu bólkunum her heima. Javnan hevur eisini verið høvi hjá hesum at farið til tiltøk, ið varpa tíðina aftur í sekstiárini, har Jógvan og javnlíkar framvegis leggja lunnar undir góðan dans.
Yngra ættarliðið kennir hann sum lærara í alisfrøði í Hoydølum, men óivað eisini sum køna guitarleikaran, ið ikki setist aftur, tá sangur er á skránni.
Tann nú 51 ára gamli evnafrøðingurin og tónleikarin, Jógvan Dahl, var 10 ár, tá hann fekk sín fyrsta guitar.
7 undirvísingar-
tímar frá Simma
- Guitarin hugtók, og eg lærdi fyrstu akkordirnar. Tá búði eg í Havn. Tá var tað meira eitt umhvørvi, enn ávísir bólkar. Vit búðu í Varðabú, har nógv børn á mínum aldri búðu, sum dámdu væl at syngja og spæla, minnist Jógvan, ið sjálvur lærdi seg nakað á guitaran, men sum eisini tók 7 undirvísingartímar hjá Simma í lítla húsinum við endan av Niels Finsensgøtu.
- Hugurin til tónleikin vaks, og eg hevði fitt foreldur, ið skiltu støðuna, so vit ungu í Varðabú fingu loyvi at innrætta tónleikahøll í kjallaranum, har vit hittust eftir skúlatíð og í vikuskiftunum og spældu tónleik, ið var frammi tá og kanska nakað av schifertónleiki. Vit høvdu guitar, vaskibretti, cha-cha kúlur og so høvdu vit gjørt ein kontrabass av einum the-kassa, einum kustaskafti og nakað av twaini, sigur Jógvan, ið minnist, at tey sjálvi málaðu hetta ungdómshús, har tað var prátað og kjakast og har tónleikaleiðin byrjaði.
Í Grannalagnum hjá Jógvani búði Niels Símun Johannesen (seinni eisini kendur úr Islenders), annar spældu rútmu og hin sologuitar. Og í hesum realskúlaárunum hitti Jógvan eisini Símun Arge, ið leikti klaver, guitar og bass. Íblásturin fingu teir frá Radio Luxenburg og annars royndu teir at taka upp á band og at gerast betri.
Í Vági floytaði formaðurin fyri einki
- So fekk pápi mín arbeiði suðuri í Vági, og mamma og eg fluttu so eisini suður. Har tók eg so restina av realskúlanum. Hugurin at spæla hvarv ikki, og skjótt fann eg saman við onkrum at spæla saman við. Men sambandið við Niels Símun og Símun Arge slitnaði ikki. Vit skrivaðu saman og teir komu suður at vitja. Vit fingu lænt eina stovu í gamla skúlanum í Vági og at enda spældu vit til dans í Framtíðini, greiðir Jógvan Dahl frá.
- Sum so vóru umstøðurnar góðar. Vit nýttu gamla skúlan til venjing, sum tað passaði okkum, og eingir aðrir bólkar vóru. Men tónleikurin, ið vaks fram í sekstiárunum, kravdi fleiri ljóðføri og harvið pening. Og peningur var ikki tað, ið vit høvdu mest av, sigur Jógvan.
- Vit royndu at tosa lagaliga við formannin í Framtíðini, um at fáa pening fyri at spæla, so vit kundu keypa ljóðføri. Men har kravdist ein hugburðsbroyting, tí tónleikarar spældu av gleði og nýttust ikki pening fyri at spæla, men har vóru vit eitt sindur ósamdir og royndu at føra okkara sjónarmið fram, men einki hjálpti, greiðir Jógvan frá.
- Millum annað minnist eg, at formaðurin segði, at vildu vit ikki spæla, so kundi hann floyta til dans fyri einki. Og tað gav so at bíta nakað seinni, tá eitt verjuskip var á Vági, og sum vanligt, so skuldi dansur verða. Boð komu frá formanninum, um at biðja orkestrið spæla, men eg segði nei, tí nú kundi hann floyta, um hann hevði hug, og so bleiv eingin dansur tað kvøldið, sigur Jógvan, og leggur afturat, at eftir hetta kom broyting í.
Seinni fingu Jógvan og viðleikarar samrátt seg fram til ein rímuligan prosentpart av tí, ið kom inn, so teir fingu pening til nýggj ljóðføri, og teir royndu so eisini at greiða frá, at við at spæla til dans, so bundu teir seg til at lata eina vøru frá byrjan til enda, peningur kravdist og hetta var arbeiði, og hesum fingu teir í sátt og semju viðhald í at enda.
Úr Framtíðini inn
í hjartað í Havn
- Fara vit víðari, so kom Robert McBirnie at spæla ein leiklut eisini. Hann gekk á læraraskúla í Havn. Hann kom suður í frítíðunum og varð biðin at spæla annað páskakvøld, annað jólakvøld o.s.fr., og hann spurdi so, um vit kundu bakka hann upp. Soleiðis komu vit at kennast og tað riggaði fínt. Tá vinir mínir úr Havn vóru í Vági, og Robert eisini, so spældu vit allir saman, sigur Jógvan, sum nakað seinni, tá realskúlatíðin fekk ein enda, legði leiðina til Havnar og niðan í Hoydalar á studentaskúla á matimatiskudeild.
- Nakað samstundis er Atli Hansen liðugur við ein part av síni læraraútbúgving og skal í praktikk. Faroe Boys standa so og mangla ein solospælara og Robert og eg kendust, so hann spurdi, um eg hevði hug at koma við. Tað var spennandi, tí Faroe Boys var nakað, ein sá upp til, tað var toppurin tá, so beinleiðis at verða biðin at koma úr Framtíðini í Vági, og inn í hjartað í Havnini, tað ávirkaði, minnist Jógvan, ið ikki fekk sovi um næturnar, tí hann sat á songarstokkinum og vandi.
60?ara andin
og føroysku beatlarnir
Soleiðis kom Jógvan upp í Faroe Boys miðskeiðis í sekstiárunum og leikti har eini tvey ár og hann minnist hetta sum gleði og gleim.
- Teir vóru slopnir inn í Sjónleikarhúsið, tað besta hølið, ið var tá, men ikki sunnukvøld, tí tá spældi Gággan, men mikukvøld. Tosar ein við fólk í dag, so meta nógv, at hetta var eitt kvøld, ið sæð varð fram til. Og tað var pakkað við fólki, eini 800 atgongumerki vórðu lættliga seld, so tað var sum sild í tunnu í lítla Sjónleikarhúsinum, greiðir Jógvan frá, ið eisini minnist, at fyrstu tíðina kundi bardagi verða, men so við og við hvarv hetta, og 60?ara andin ávirkaði, so fólk fór út fyri at stuttleika sær.
- Vit spældu saman í Faroe Boys og vóru uttanlands. Tað var eitt upplivilsi, tá vit vitjaðu í Íslandi summarið í ?66, og tá høvdu vit veruliga spælt okkum saman og vant í 14 dagar. Vit vórðu væl fagnaðir og fingu heitið ?teir føroysku beatlarnir? og komu í útvarpið. Vit vórðu enntá bodnir til Finnlands, men eg gekk í Hoydølum og hinir á læraraskúla. Vit spurdu, um vit kundu fáa frí. Tað kundu vit gott, vit skuldu bara ikki koma aftur, greiðir Jógvan læandi frá.
Jógvan minnist annars frá hesi tíðini, at teir leiktu ikki bert í Havnini, men eisini runt um í landinum. T. d. í Klaksvík, í Vestmanna, á Skálafjørðinum og í Suðuroynni og annars til brúdleyp ymsastaðir.
Hetta við Faroe Boys helt á, til 1967, tá var tíðin komin, at ?lærararnir? vóru lidnir við skúlan, og henda tíðin fekk ein enda.
- Men í hesum Prix Føroyar døgum, er stuttligt at minnast, at í 1966, tá vóru vit teir fyrstu, ið skipaðu fyri eini poppkonsert í Sjónleikarhúsinum. Vit nýttu alla páskafrítíðina at ordna alt tað praktiska, og settu okkum í samband við bólkarnar, ið skuldu vera við. Har mundu vera eini 11 bólkar, tey flestu, ið vóru frammi tá, og vit spældu so eini 3 løg í part, meira var ikki rúm fyri millum frásøgumann og skríggjandi ungdómin, sigur Jógvan, ið soleiðis minnist endan á Faroe Boys tíðarskeiðnum, har hinir, ið vóru eini 4 -5 ár eldri, tó høvdu spælt langt áðrenn hann kom uppí.
Hetta tíðarskeið, har so nógv hendi innan tónleik og frígerðing. Jógvan minnist t.d., at hann sum yngri drongur í Havn plagdi at sníkja seg at lurta eftir Faroe Boys, har táverandi guitarleikarin, Atli Hansen, var stóra fyrimyndin, og á Jógvani skilst, at hann heldur nógv av hesum guitarleikara.
Tá Faroe Boys gavst, hendi eisini nakað tað sama við Islenders. Har helt Jógvan so fram, saman við t.d. Niels Símun Johannesen, Páll Kúrberg og Robert var eisini við eitt skifti. Jógvan minnist hetta tíðarskeið, sum stuttligt, og eitt ríkt popplív var tá í Havn.
Jógvan metir tó, at hetta ikki var orsakað av stuðli av nøkrum slag. Hvørki einum førdum mentapolitikki ella peningi. Bólkarnir leiktu til dans, fyri at stuðla t.d. Sjónleikarhúsinum og tí partinum av mentanini, ið nevndist sjónleikur. Bólkarnir fingu 1/3. Húsið 1/3 og so fór 1/3 til stuttleikaskatt. Jógvan minnist, at fast varð eisini tikið av til ljóðførini. Guitarin, ið hann keypti sær, kostaði 2700 krónur og tað svarar óivað til 27.000 krónur í dag, so nógv dansikvøld skuldu til.
Jógvan metir tó, at hann hevur verið heppin. Í Havn hevði hann Sjónleikarhúsið at vera í. Tað høvdu ikki øll. Og bólkarnir vóru nógvir, nevnast kunnu t. d. Enjoyers, Cream Crackers og Rúnar.
Í 1967 gav Faroe Boys eisini tiltiknu LP-plátuna út, fyri líkasum at markera, at eitt tíðarskeið var runnið.
Mentanin
- Mentanarlívið tá varð ikki stuðlað, sum so. Tað vóru sangkór, hornorkestur og Musikkskúli, har fólk kundu fáa nakað av undirvísing. Eyðun Johannesen, eisini tá ein framúr leikari og leikstjóri, arbeiddi í Sjónleikarhúsinum í døgndrift, hann var altíð har. Tað er ikki vert at tosa um, hvat hann fekk fyri tað. Tað var idealisma, ið dreiv verkið. Varð hann betri stuðlaður, so kanska hevði verið betri og hann hevði verið longri í Føroyum, hugleiðir Jógvan í bakspeglinum.
Niður til Danmarkar
- Eg fór so til Danmarkar at lesa í 1969. Jógvan Telling var í somu ørindum, Kári Mouritsen var niðri og Annika Hoydal. Vit kendust nakað frá studentakabarettunum og popptónleikinum í Havnini. Vit hittust so, Kári, Jógvan og eg, spældu til veitslur í Føroyingafelagnum. Gunar Hoydal var formaður í mentanargrunninum, ið stuðlaði og birti undir, so vit góvu út EP-plátu við tilfari úr kabarettunum. Árið eftir, í ?70, góvu vit aftur eina plátu út, men annars spældu vit ikki fæst saman í Harkaliðnum, sigur Jógvan.
- Men pláturnar gingu sum heitt breyð, hóast okkurt var provokerandi og setti sær spor. Løgini ?15 ár? og ?Alment Starv? vórðu forboðin í Útvarpinum, minnist Jógvan.
Seinni fór Harkaliðið meira yvir til fólkatónleik, tá tey komu at kenna fólkatónleikararnar í McCalmans. Tað smittaði og Harkaliðið fór at leita í føroyska sangskattinum.
- Føroysku kvæðini og dansurin høvdu tað ikki so gott, vóru ikki ?in?, og summi vóru positivt innstillaði, tá vit tóku tey upp á okkara hátt, meaðn onnur hildu lítið um hetta. Men í dag sær út til, at skaðin var ikki so stórur, fólk kvøða, sum ongantíð fyrr, og vit vístu bert á ein annan hátt at gera tað uppá og tað var ikki illa meint, sigur Jógavn við ikki sørt av einum skálkabrosi.
Grand Prix og
tónleikur í árabáti
Jógvan fór aftur til Føroya eina tíð, spældi við ymiskum, og fór so niðuraftur. Harkaliðið tók táttin uppaftur, men heldur ikki nú spældu tey fast saman. Jógvan var nú í Odense, hini í Keypmannahavn. Tey luttóku í sjónvarpssendingum, Musikalske venner, og í eini sending, ið Jógvan er minni glaður fyri.
- Nakrir danir skuldu gera eina sending í danska sjónvarpinum, um lívið millum føroyingar í Danmark. Teir høvdu hoyrt um Harkaliðið. Men teir høvdu snarað tí á til nationalromantiskt tvætl, men vit høvdu skrivað undir. Tá vit komu í upptøkuhølini, stóð ein árabátur har, og í honum skuldu vit spæla, ein grýta við skrædlaðum seyðarhøvdum, ið sóu øgilig út, og tey vóru víst, har upptøkutólið var heilt niðri í grýtuni, so tey sóu út, sum høvdu tey hjartabrek og annað gott, minnist Jógvan, ið tó er glaður um, at tað eydnaðist at steðga tí ringasta av øllum hesum.
Í 1979 varð Harkaliðið boðið við til Grand Prix, ið skuldi vera eitt sindur øðrvísi. Føroyar skuldu vera við og Rasmus Lyberth úr Grønlandi. Harkaliðið gjørdist nummar tvey, fekk enntá fult stigatal í onkrum býi, og Jógvan skemtar við, at høvdu tey vunnið tá, so høvdu tey endað í Jerusalem. Men hetta árið vann Tommy Seebach.
Hesa tíðina spældi Jógvan annars eisini við í donskum spælimannabólki, har Niels Olsen, kendur úr Vestmonnum, eisini var við. Hetta dámdi Jógvani væl, tí spælimannatónleikur hevði allur ljóðað nøkulunda líka í oyrunum á Jógvani, tó hann hevði verið við í t. d. spælimonnunum í Hoydølum, men nú bleiv betri.
Heim og aftur í 60?ini
Í 1985 vendi Jógvan nøsina heimaftur, tá var hann, fyri at nýta hansara egnu orð, næstan blivin danskari. Hann skuldi bert vera í tvey ár, men tað bleiv meira.
Beinanvegin vóru boð eftir Jógvani og hann fór m. a. við í Vestmenn, ið skuldi geva út plátu við barnasangum. Eisini Spælimenninir í Hoydølum høvdu boð eftir Jógvani, ið beinanvegin kendi seg væl og undrandi sá ta menning, ið var farin fram innan føroyska tónleikin. Eisini upptøkuhølini og miksarar vóru, um nakað, so betri enn í Danmark.
Eisini upplivdi Jógvan, í sambandi við Norðurlandahúsið, at ferðast við Spælimonnunum til Vestur- og Eysturgrønlands.
Síðani komu tiltøkini aftur í 60?ini, har Faroe Boys hava verið við annaðhvørt ár. Og síðani hevur bólkurin spælt nakar ferðir árliga.
Harkaliðið eina ferð enn - í látri á gólvinum
Um somu tíð, nú kemur Annika Hoydal til Føroya at ferðast, Kári flytir hendaveg og báðir navnabrøðurnir Jógvan vóru í Føroyum, so tey hugsaðu, at tað hevði verið stuttligt at funnið saman, tí tey høvdu tá ikki spælt saman síðani 1979 - 80.
Tað var eisini fyrstu ferð, at vit yvirhøvur vóru savnaði í Føroyum. Vit avgjørdu at royna. Hóast vit ikki vóru so nógv saman dagliga, so var ein ávís ?kemi?, tá vit komu saman. Vit vóru takksom, at vit øll yvir 40 ár, kundu liggja á gólvinum og flenna. Vit høvdu nakað at geva hvør øðrum og stuðlaðu hvønn annan væl, sigur Jógvan.
- Nóg mikið av hugskotum var til fleiri plátur. Vit settu okum í samband við Norðurlandahúsið og fingu tvey kvøld. Atgongumerkini vórðu skrædd burtur og fólk hugnaðu sær, klappaðu og flentu. Tað var ein blanding av satiru og sjálvironi. Um vit spældu so væl saman, veit eg ikki. Tað var nakað langt síðani seinast. Vit endurtóku hetta árið eftir á Jazzfestivalinum, har eisini nýtt tilfar var við. Jógvan Telling hevði nógv tilfar, sum vit arbeiddu við í felag og hetta bleiv til fløgu í 1989. Konsertirnar vóru framúr. Ein dani, ið var tøkningur, segði, at slíkan stemning hevði hann ikki sæð áður, so tað var stuttligt, greiðir Jógvan frá.
So varð hildið fram í 90?unum. Seinni hevur sjúka og tílíkt avmarkað hetta, so nú verður farið aftur í 60?ini, hóast nakað tað sama er galdandi har eisini, tí aldurin gevur brek, sigur Jógvan Dahl við eitt sindur av sorgblídni.
Føroyingum bilar einki
Men hugsi eg meg um, so er tónleikalívið næstan altíð farið til at stuðla onkrum - mentan ella ítrótt, sigur Jógvan.
Hann fegnast tó um menningina, ið er farin fram innan tónleikin í Føroyum. Og hann nevnir, at ein sær munin sera væl, tá ein hevur verið burtur, og síðani kemur aftur.
- Tað hevur nógv at siga, at ein førir ein politikk, ið gevur møguleika fyri undirvísing við dugnaligum lærarum. Tíverri, so hevur kreppan gjørt, at alt er fánað nakað, og alt er vorðið dýrari. Hinvegin skal ein hugsa um lærararnar. Teir hava ognað sær dýra útbúgving, so fáa teir ikki umstøður, so fara teir aðrastaðir, ella í ringasta før, so loysir seg betri hjá teimum at koyra buss, sigur Jógvan Dahl, ið leggur dent á, at føroyingum bilar einki, her er nógmikið at tilfeingi, talentum.
Jógvan metir, at tað er av stórum týdningi, at fólk og lærarar, trívast. Ikki er óhugsandi, at tónleikurin kann gerast vinnuvegur, men bert um vit duga at halda fólkinum til.
-Vit hava sæð, at tey, ið eru dugnalig, fara av landinum, sigur Jógvan, og nevnir Óla Poulsen, ið telist millum tónleikaframleiðarar í Danmark.
-Eisini skal tað vera lokkandi hjá fólki at leita hendavegin, so vit fáa íblástur. Eg haldi, at rútmiski tónleikurin altíð hevur verið forsømdur, meðan onnur, kór og klassiskur tónleikur, verða stuðlað øðrvísi, sigur Jógvan Dahl, sum leggur dent á, at hann als einki hevur ímóti hesum stuðli, men nat so kundu onnur fingið nakað av tí sama.
- Tað er neyðugt at stuðla, eisini tí, ið vit kanska ikki skilja beinanvegin. Vit fáa tað aftur og ikki bert í krónum og oyrum, sigur Jógvan Dahl, sum ikki hevur lagt sær nakrar fastar ætlanir framyvir, men sum kundi hugsað sær til hugna og stuttleika at trivið í nakað av suðuramerikanskum tónleiki, saman við góðum vinfólki.