Beint øvugt av tí, sum vinstraformaðurin Lars Løkke Rasmussen, bað um – at fokusera upp á politiska arbeiðið, hittast álitisfólk í flokkinum kring Danmark í hesum døgum at kjakast um leiðsluna í flokkinum.
Tað skrivar Jyllands-Posten.
Í annaðkvøld verður til dømis fundur í Venstre í Region Sydjylland fyri kommunuformenn og regiónsnevndina, har tey skulu kjastast um, hvørt stuðul er til formannin Lars Løkke Rasmussen og næstformannin Kristian Jensen.
»Fólk hava tørv á at tosa saman. Tað er enn tvídráttur og órgógv um leiðsluna, og tað merkja limir okkara væl,« sigur Jan Lagoni Jacobsen, formaaður í Vinstra í Esbjerg, sum ivast í, at stríðið millum formannin og næstformannin er jarðað.
Løkke hevur fleiri ferðir víst frá sær, at leiðslan í Vinstra er til diskussión, og í einum telduposti til limirnar í Vinstra í síðstu viku segði hann, at »eitt ósunt fokus upp á einkultpersónar og arvafylgju« nú má halda uppat.
»Hetta mugu vit leggja aftur um okkum nú!« vóru boðini.
Men tað er langtífrá tað, sum er hent. Fleiri lokal vinstrafólk hava síðan í Jyllands-Posten kravt, at Lars Løkke Rasmussen og Kristian Jensen leggja frá sær. Fleiri persónar í flokkinum siga, at nógv verður tosað um framtíðina hjá leiðsluni.
Fyrst í vikuni var tað í Region Hovedstaden, í kvøld hittsit Vinstra-baklandið í Region Nordjylland, og mánadagin hittast tey í Region Midtjylland. Fundirnir skulu millum annað fáa greiðu á, hvussu nógv framvegis stuðla sitandi leiðslu, og júst hvussu nógv vilja hava nýggjar kreftir í leiðandi størvini í flokkinum.
Eisini Vinstri í Region Sjælland hevur ein fund í kalendaranum, áðrenn starvsnevnd og aðalstjórn floksins hittast í Vejle 30. og 31. august.
»Tú skalt ikki hava gingið so leingi í skúla fyri at finna út av, at vit mugu tosa um tað, sum hevur staðið í miðlunum«, sigur Elo Jensen, sum regiónsnevndarformaður, við Jyllands-Posten.
Jakob Elleman-Jensen, politiskur framsøgumaður hjá Vinstra, heldur tað vera »nátúrligt«, at tey lokalu í flokkinum práta saman, men leggur dent á, at tað nú eisini er tørvur á at tosa um politikk:
»Vinstri hevur eina rættiliga sterka leiðslu, og hon er klár at endurvinna lyklarnar til forsætismálaráðið.