Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt, men løgreglan sigur, at sum heild hevur verið friðarligt.
Ein maður er sligin so hart í Klubbagarðinum í Havn, at hann fór at bløða nasablóð, men henn hevur hann ikki meldað nakran fyri harðskap. Løgreglan sigur, at mangan verða slíkir tilburðir ikki meldaðir fyrrenn dagin eftir, so enn vita tey ikki um nakað spyrst burtur úr.
Annars hevur løgreglan verið nógv at síggja í miðbýnum í nátt. Skeinkistøð eru kannað, men har var einki at finnast at.
Endamálið hjá løgregluni við at vera til staðar í miðbýnum um næturnar, er, at royna at leggja uppí, tá ið fólk koma til ilnar við tí endamáli at sissa fólk, áðrenn skaði stendst av.
Og tað gjørdi løgreglan eisini í nátt. Men tann eini av bardagamonnunum vildi ikki sissa seg aftur og tá ið hann so eisini hevði hug at gera seg inn á løgregluna, varð hann tikin og koyrdur til Klaksvíkar í brummuna har.
Í morgun fær hann so ein ferðaseðil við Bygdaleiðum suður aftur til Havnar, saman við eini bót fyri at hava brotið politiviðtøkurnar.
Hinvegin hevði ein av vinmonnunum eisini hug at blanda seg upp í og leggja løgregluni lag á, tá ið hesin sami maðurin varð handtikin.
Hann vildi ikki geva seg til síðis, tá ið løgreglan gav honum boð um tað, so hann skuldi fáa eina bót fyri at bróta politiviðtøkurnar. Men tá ið hann hvørki vildi siga løgregluni, hvussu hann æt, nær hann var føddur, ella hvar hann búði, varð hann handtikin og førdur yvir á løgreglustøðina.
Tá ið hann hevði sitið eina løtu, hálsaði hann kortini um og segði løgregluni, hvør hann var, og so slapp hann útaftur. Men hann fær so bót fyri at bróta rættargangslógina.
At uppgeva navn, føðingardag og bústað eru nevniliga einastu upplýsingar, ein hevur skyldu tl at geva løgregluni, tá ið biðið verður um tað.