Føroyski landsliðsmiðverjin, sum hevur sín uppvøkstur í Noreg, hevur nú endaliga skift til Bristol Rovers. Hann kom til Ongland mánadagin og hevur nú klára læknakanningina, skrivað sáttmála og spælt ein dyst.
- Enskur fótbóltur er væl dámdur í Noreg. Ikki bara Premier League, men allar deildirnar. Eg hugt eftir enskum fótbólti alt mítt lív, sigur 22 ára gamli miðverjin.
Mark McGhee, venjari hjá Bristol Rovers, er væl nøgdur við avrikið hjá Rógva Baldvinsson í venjingardysti herfyri.
- Okkara nýggju leikarar komu væl frá uppgávuni. Rógvi Baldvinsson fekk eg viðmældan og mær dámar væl tað sum eg havi sæði, sigur Mark McGhee.
Bristol Rovers spælir í League Two, sum er fjórð besta deildin í Onglandi. Fyrsti dysturin hjá Bristol Rovers er ímóti Oxford United tann 18. august.