Rógvi: Eitt feitt upplivilsi

- Tað er sjálvandi stórt fyri meg. Sum ungur havi eg altíð sæð upp til teir á landsliðnum og droymt um at gerast ein av teimum. Nú er tað so blivið veruleiki og tað er bara deiligt. Eg havi verið seriøsur og vant hart. Tað hevur eisini gingið væl seinastu tíðina, sigur Rógvi um úttøkuna.

 

Rógvi Poulsen er 20-ára gamal og skifti til HB í 2007 frá AB, sum tað árið flutti niður úr bestu deildini.

 

- Nú má eg gera mítt nú tá eg eri komin á landsliðið og ikki bara verða nøgdur við at eg eri komin hertil. So eg má bara gera mítt besta og vóna at eg eisini eina aðru ferð verið úttikin, sigur Rógvi um útlitini at gerast fastur maður í landsliðshópinum.

 

Rógvi hevur verið fastur maður á U21 landsliðnum, sum seinastu árini hevur fingið fleiri góð úrslit.

 

- U21 landsliðsdystirnir hava havt stóran týdning fyri meg. Tað gav mær møguleikan at venja meg við støðið, ið er hægri enn tað eg eri vanur við. Støðið er so aftur hægri á A-landsliðnum, men nú er lopið ikki so stórt sum tað kundi verið. So tað hevur verið ein stór hjálp, sigur Rógvi at enda.

 

Men hvat vantar Rógvi Poulsen sær av venjingardystinum ímóti Luxembourg?

 

- Tað verður eitt feitt upplivilsi og vóni at tað verður ein góður dystur, sigur Rógvi at enda.

 

Venjingardysturin ímóti Luxembourg verður 4. juni í Luxembourg.