Talið á landsliðsspælarum og talið á dystum, sum einstøku spælararnir hava umboðað Føroyar fjølgast. Í summar verða tað sekstan ár síðani fyrsta altjóða skrásetta landsdystin. Tðdkvøldið vórðu tríggir nðggir spælarar á liðnum. Teir vóru Pauli Hansen av Skála og Kári Nielsen og Vagnur Mohr Mortensen úr HB. Nú er talið á landsliðsspælarum komið upp á 89.
Flestar landsdystir hevur Óli Johannesen spælt. Liðformaðurin var tðskvøldið á landsliðnum fyri 65. ferð. Jens Martin Knudsen klatraði í 2. hálvleiki upp á 61, og teir næstu í røðini eru Julian Johnsson (56) og Allan Mørkøre (54). John Petersen var ímóti Hollandi fyri 53. ferð á landsliðnum, og harvið eru útlitini góð hjá John fyri, at hann í vinardystinum ímóti Malta fer at leggja seg upp á síðuna av Allani Mørkøre, sum ikki longur er á landsliðnum.
Rógvi Jacobsen var tðskvøldið fyri 25. ferð á landsliðnum. Fyrsti landsdysturin hjá honum var 18. august í 1999. Ta ferðina loysti hann fimm minuttir undan leikloki Julian Johnsson av. Tá umboðaði Rógvi barndómsfelagið í Klaksvík. Tvey tey seinastu árini hevur Rógvi verið fastur maður á liðnum.
Rógvi er 24. føroyski spælarin, sum hevur spælt 25 landsdystir. Rógvi hevur ikki umboðað onnur feløg enn KÍ og HB á landsliðnum. Fyri stuttum ljóðaði, at KR í Rreykjavík hevði bjóðað upp á hann. Sosialurin hevði tíðindini frá íslendska Morgunblaðnum. Leiðslan í HB segði avgjørd, at teir einki tilboð høvdu fingið upp á Rógva, og landsliðsspælarin segði seg sjálvur einki vita um hetta.
Seinni hevur Sosialurin fingið staðfest bæði í Føroyum og úr Íslandi, at HB leiðslan segði ósatt, tá ið teir vístu tíðindunum aftur. KR hevi bjóðað upp á Rógva, men spælarin frætti einki um hetta, fyrrenn tíðindini vóru um at koma fram í Sosialinum.