Rógvi sat á beinkinum

Føroyski landsliðsspælarin Rógvi Jacobsen spældi ikki við, tá ið KR í gjárkvøldið spældi dyst í íslendsku landskappingini. Dysturin var tann 10. í røðini, og KR var á útivølli hjá oddaliðnum FH. Dysturin endaði við 2-0 sigri til FH. Málini komu bæði í seinna hálvleiki. Rógvi Jacobsen var millum eykamenninar á liðnum hjá KR, og hann var ikki settur á vøllin í hesum dystinum. KR liggur nummar 5 í íslendsku kappingini. Liðið hevur fingið 13 stig í 10 dystum. FH liggur langt á odda og er í løtuni 12 stig frammanfyri nummar 2.