TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Rógva Baldvinsson, sum skoraði vakra málið, tá Føroyar taptu 1-5 ímóti Portugal í Porto í kvøld.
- Tað segði "Bumm" tá bólturin fór í málið, greiðir Rógvi Baldvinsson frá.
Rógvi Baldvinsson heldur, at føroyska liðið stóð seg væl í fyrra hálvleiki, men avrikið í seinna hálvleiki var ov vánaligt.
Rógvi Baldvinsson hevur nú skorað tvey mál fyri Føroyar. Tað fyrra var fyri fimm árum síðani ímóti Svøríki á Tórsvølli, tá Føroyar taptu 1-2 ímóti Svøríki. Tá skoraði Rógvi eisini aftaná eina innkaststøðu.