Ráðhúsið í Havn hevur fingið nýggjar høvuðsdyr. Borgarstjórin sigst hava sagt, at nýggja hurðin skal halda í 100 ár. Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu veit at siga, at seinastu vikurnar hevur ráðhúsið fingið nakað av umvælingum og ábótum. Vindeygu eru málað, gólv eru pussað og lakkerað, nakað er málað inni og flísar verða lagdar í garðinum.
Og so vísti tað seg, at gátt, ramma og úthurð vóru so illa farin, at neyðugt var at skifta út. Og tað eru fleiri mannaminni síðan seinast og nýggja hurðin skal helst halda í eini 100 ár, sigst borgarstjórin at hava sagt?
Kelda: www.torshavn.fo