Ráðharrar bróta mannarættindi

Ein mannarættindafelagsskapur í Afghanistan vil vera við, at fleiri av landsins ráðharum og ovastu embætismonnum geva boð um at handtaka tilvildarlig fólk, og at fleiri fangar verða píndir.

Felagsskapurin sigur seg hava skrásett 634 brot altjóða reglurnar um mannarættindi hetta seinasta árið. Umframt tilvildarligar handtøkur og píning snýr tað seg um neyðtøkur, burturflytingar og ólógligar ognartøkur. Millum annað skal trygdarovastin í landspartinum Herat hava givið boð um at pína fangar, og so seint sum í seinastu viku gav trygdarovastin í høvuðsstaðnum Kabul boð um at javna 30 hús við jørðina, tí ætlanin er at byggja bústaðir til embætismenn har.

Afghanski mannarættindafelagsskapurin sigur, at teir flestu, sum standa fyri harðskapinum, eru úr teirri fyrrverandi Norðursamgonguni, sum gekk undan í bardaganum ímóti Taliban-stýrinum fyri tveimum árum síðani, og sum hevur fleiri ráðharrar í stjórnini hjá Hamid Karzai, forseta.