Tveir fyrrverandi danskir uttanríkisráðharrar og tann núverandi skulu nú í rættin at verja seg í sambandi við eitt rættarmál um Irak Málið hevur sín uppruna í teirri nógv umrøddu korrupsjónsgøluni hjá ST, og við upplýsingum haðani eru 14 danskar fyritøkur ákærdar fyri at hava goldið mutur fyri at fáa bíleggingar í Irak.
Í hesum sambandi er avgjørt, at rætturin skal avhoyra fyrrverandi uttanríkisráðharrarnar Mogens Lykketoft og Niels Helveg Petersen umframt tann núvernadi Per Stig Møller.
Mogens Lykketoft sigur við fjølmiðlarnar, at hann hevur einki at fjala, tí hann visti heilt einfalt einki um tað ólógliga virksemið hjá teimum donsku fyritøkunum.