Úr Irak

Myndugleikarnir í Dominikanska Lýðvveldinum kunngjørdu í gjár, at landið fer at taka sínar hermenn úr Irak.

Josá Miguel Soto Jimenez, verjumálaráðharri, segði, at Dominikanska Lýðveldið hevur gjørt av at gera sum Spania, og at landið tí fer at taka teir 302 hermenninar úr Irak. Hann nevndi ikki, hvussu skjótt hermenninir verða tiknir heim, men segði, at tað kann henda longu í næstu viku. Boðini komu rættiliga óvart á, tí fyri fáum døgum síðani segði domikanski forsetin, Hipolito Mejia, at landið fór ikki at taka hermenninar úr Irak enn.

Hermenninir hjá Dominikanska Lýðveldinum hava virkað sum partur av teiri sponsku herdeildini í Irak. Tað gera hermenninir úr Honduras eisini, og týsdagin kunngjørdi honduranska stjórnin, at hon fer eisini at taka teir 368 hermenninar heim. El Salvador hevur harafturímóti boðað frá, at tað fer ikki at taka sínar hermenn úr Irak.