Johan Dahl
løgtingsmaður
????????????????
Nú stendur aftur eitt fólkatingsval fyri durum og Føroya fólk skal aftur velja síni tvey umboð í Fólkatingið.
Eg havi mangan spurt meg sjálvan - er tað veruliga so galið við okkara ríkisfelagskapi sum loysingarmennirnir vilja gera tað til ??
Niðurstøðan hjá mær er, at hesin felagskapur slettis ikki er so ringur, sum hann verður gjørdur til, men hevur nógv fleiri positivar enn negativar síður tá gjørt verður upp.
Eitthvørt hjúnalag hevur ósemjur, og soleiðis er eisini við hesum hjúnalagnum, men trupuleikarnir eru til at loysað við skilagóðum dialogi partanna millum
Vit hava jú nærum allar teir fyrimunir, sum hugsast kunnu.
Vit eru partur av eitt av heimsins mest demokratisku ríkjum.
Vit hava alt tað, eitt hvørt nýmótans, framkomið samfelag hevur, umframt alt tað, nógv onnur kundu hugsað sær.
Eg loyvið mær her at endurgeva nøkur punktir, sum eg áður havi víst á, so ung sum gomul veruliga kunnu síggja, hvussu nógv vit sjálvir í veruleikanum dagliga umsita og avgera:
?Vit hava okkara egna lóggevandi vald (Løgtingið)
?Vit hava okkara egnu stjórn (Landsstýrið)
?Vit hava okkara egna stjórnarleiðara (Løgmann)
?Vit hava okkara egna mál (Føroyskt)
?Vit hava okkara egna flagg (Merkið)
?Vit skipa okkara egna lógarpolitikk
?Vit skipa okkara egna vinnupolitikk
?Vit skipa okkara egna umhvørvispolitikk
?Vit skipa okkara egna mentunarpolitikk
?Vit skipa okkara egna almennapolitikk
?Vit skipa okkara egna útbúgvingarpolitikk
?Vit ráða yvir øllum tilfeingi í havinum uttan um okkum
?Vit ráða sjálvir fyri hvussu hetta tilfeingið verður gagnnýtt
?Vit ráða sjálvir yvir øllum inntøkum
?Vit skipa sjálvir fyri eftirliti og trygd
?Vit samráðast við onnur lond um loyvi til at gagnnýta part av teirra tilfeingi
?Vit samráðast við onnur lond um marknaásetingar
?Vit samráðast við onnur lond um handilsavtalur
?Vit ráða yvir øllum tilfeingi í undirgrundini
?Vit lóggeva um ræðisrættindini av tilfeingi í undirgrundini
?Vit gera avtalur um gagnnýtslu av tilfeinginum í undirgrundini
?Vit skipa sjálvir øll umhvørvis- og trygdarkrøv
?Vit ráða sjálvir yvir møguligum oljuinntøkum
?Vit eru longu í neyvum samstarvi við annað land (Danmark)
?Vit avgera sjálvi í hvønn mun hetta samstarv virkar - og gagnar okkara borgarum
?Vit kunnu til eina og hvørja tíð gerast ES borgarar, uttan at vera limir .
?Vit kunnu til eina og hvørja tí og á einum og hvørjum stað kalla okkum Føroyingar
?Vit eru málsliga betri fyri enn flestu fólk í heiminum.
Okkara lesandi sum byrja lesnað í Danmark kunnu við donskum ríkisborgararætti, útbúgva seg hvar tey vilja í Evropa og arðastaðni á líka fóti við onnur ungfólk í ríkinum og við donskum SU og SU lánum.
Vit hava øll tey somu rættindi og somu skyldur sum aðrir borgarar í ríkinum.
Minnilutakenslur kunnu vit ikki brúka til nakað, men gott samstarv í ríkisfelagsskapinum og viljin til áhaldandi at menna Føroya land og tað fólk her býr er gull vert.
Sambandsflokkurin - einasti føroyski flokkur sum veruliga vil ríkisfelagsskap, vil áhaldandi verja og tryggja hesi rættindi og vælferðarsamfelagið innan fyri ríkisfelagsskapin.