Bo Lidegaard, Politiken
Sum danska stýrisskipanin er skrúvað saman, eru ikki nógv øki, sum forsætisráðharrin hevur beinleiðis ábyrgd av. Men ríkisfelagsskapurin er eitt undantak. Tað er heldur ikki av tilvild. Hóast tað í roynd og veru ofta er uttanríkisráðið, sum hevur dagliga samskiftið við Føroyar og Grønland um hendi, tá tað ræður um teirra samband við umheimin, er tað forsætismálaráðið, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av ríkisfelagsskapinum og fyri samstarvinum millum einstøku partarnar í ríkinum. Men hvussu ímyndar Helle Thorning-Schmidt sær, at ríkisfelagsskapurin fer at mennast næstu árini?
Forsætisráðharrin tekur ímóti á skrivstovu síni. Samrøðan um ríkisfelagsskapin hevur verið í álmanakkanum leingi, og hon hevur havt tíð at hugsa gjølla um tað, sum føroyski løgmaðurin og grønlendski landsstýrisformaðurin hava sagt í samrøðunum, sum Politiken hevur borið seinastu vikurnar.
»Ríkisfelagsskapurin er eindømi og nakað, vit skulu vera sera fegin um – fegin um tað, vit hava saman, men eisini, hvussu vit hava dagført og ment ríkisfelagsskapin seinastu 10-12 árini. Har er nógv hent. Tað vísir seg, at vit kunnu rúma traditiónini, men avgjørt eisini moderniseringini og endurnýggjanini. Nakað, eg havi varnast, er serliga, at ríkisfelagsskapurin er nógv meira enn ríkisveitingin. Tað er mentanarligt, tað er vinaligt, tað er familja, og tað er nakað, ið er sera tætt«.
»Vónandi hava vit eisini ein ríkisfelagsskap um 10 og 20 ár, sum er dagførdur, og sum hevur verið fyri stórari modernisering. Eg vóni, at vit enn hava ríkisfelagsskapin, tí tað er sanniliga serstakt, tað vit hava saman, og tað skulu vit varðveita«.
Sær tú fyri tær, at verandi sjálvstýriskipan, sum er galdandi í Føroyum og Grønland, er seinasta fetið á teirra sjálvræðisleið? Ella heldur tú, at tann tilgongdin er longri burtur, og at tað ber til at menna ríkisfelagsskapin innan fyri karmarnar, sum Grundlógin hevur sett?
»Tað stutta svarið er, at tað eru grønlendarar og føroyingar, sum gera av, hvat næsta fetið er. Sum eg síggi menningina seinastu 12 árini, har Føroyar og Grønland hava fingið sjálvstýri, og har oyggjarnar spakuliga, men stútt hava tikið málsøkið til sín at umsita, er tann løgfrøðiliga støðan jú í lagi«.
»Tað eru nú Føroyar og Grønland, sum taka avgerðina, hvørji málsøki, tey vilja umsita. Tað er ein av fyrimununum við hesari sjálvstýrisskipanini, at danska stjórnin skal ikki koma sær uppí tað. Tað stýra grønlendska og føroyska fólkaræðið fullkomiliga. Tá fesk málsøkir taka seg upp, mugu vit finna aðrar hættir at samstarva og skapa nýggjar karmar fyri hesum samstarvinum. Tað eru vit í holt við nú við ráevni. Tann møguleikan hevur ríkisfelagsskapurin eisini«.
Menning av egnari ábyrgd
Ein serlig avtala er galdandi fyri ráevnaøkið. Eitt tað síðsta, sum Poul Schulter framdi sum forsætisráðharri, var at geva føroyingum rættin til ráevnini í undirgrundini. Tað var í 1992. Ein samsvarandi viðtøka var sett í gildi í Grønlandi við sjálvstýriskipanini í 2009. Tað merkir, at møguligar inntøkur frá ráevnunum í undirgrundini eftir fyrstu 75 milliónir krónurnar árliga verða býttar javnstórt, so Grønland fær helmingin, og Danmark fær hin helmingin, sum mótroknar tað í ríkisveitingini. Tað verður galdandi til ríkisveitingin er burtur. Stóri spurningurin er, hvat hendir tá. Í sjálvstýrisavtaluni stendur einans, at partarnir skulu samráðast, um tað hendir. Bæði tann føroyski løgmaðurin og grønlendski landsstýrisformaðurin hava visjónir fyri ríkisfelagsskapin í framtíðini. Báðir mæla rundan um orðini sjálvstýri, suverenitet og limaskap í ST. Men samstundis brúka teir orðingar um eitt serstakt stjórnarskipanarlag ella ein felagsskap, sum ikki hevur sama skap, sum nakað vit kenna frammanundan, men sum vit menna í felag.
»Eg haldi, at løgfrøðiligu karmarnir í ríkisfelagsskapinum geva so tórar møguleikar fyri at menna egna ábyrgd innan fyri sjálvstýri, at tørvur er ikki á nýggjum. Vit høvdu eina stóra og víðfevnda kommissión, sum skipaði viðurskiftini í Grønlandi. Vit hava víst á øll økini, og vit hava havt eina tilgongd, har tað tíbetur stendur føroyingum og grønlendingum í boði at gera av, hvat skal henda í framtíðini. Soleiðis skal tað vera«.
»Eru tað so um 10 ella 20 ár eitt ynski um at tosa um sjálvstøðug ríki, so mugu vit fyrihalda okkum til ta kjakið. Um Grønland og Føroyar vilja vera sjálvstøðug lond, so er avgerðin teirra. Men tá eg lesi samrøðurnar, tú hevur gjørt um hetta málið, er tað ikki tað, eg lesi. Eg haldi, at Grønland og Føroyar vilja heldur menna seg alt tað, tey kunna, innan fyri sjálvstýrið. Tað eru jú risastórar uppgávur, sum tey átaka sær. Eg síggi tveir pragmatiskar leiðarar, sum innarliga vilja gera sítt besta fyri teirra land og taka málsøkini heim«.
Teir tosa eisini um hesa visjónina millum sjálvsræði og ríkisfelagsskap. Ein ríkisfelagsskap, sum er meira víðfevndur enn tann, vit hava nú, men sum kortini ikki er fult sjálvstýri – okkurt sjálvstýri, sum trívist í einum felagsskapi við javnsettum londum.
»Eg síggi ikki Danmark sum part av einum samveldi ella nøkrum, sum minnir um tað. Vit hava ein sterkan ríkisfelagsskap við støði í grundlógini. Tað er torført hjá mær at siga, hvat tekur seg upp um 20 ár«.
Ríkisfelagsskapurin í heiminum
Hvat hevur ríkisfelagsskapurin at týða fyri Danmark úti í heimi? Hvat hevur tað at týða fyri okkara viðurskifti í ES, til USA og hini stórveldini?
»Ríkisfelagsskapurin ger okkum øll eitt sindur størri, enn vit annars høvdu verið. Tað gagnar okkum øllum. Danmark er eisini nakað fyri seg, tí vit hava ein uttanríkispolitikk, umframt tað artiska, sum gevur okkum eitt umdømi í heiminum, og sum vísir, at vit eru eitt land, ið tekur ábyrgd. Tað er eingin ivi um, at ríkisfelagsskapurin ger okkum øll eitt sindur størri og sterkari í heiminum«.
Hvat er tað mest umráðandi? Hvar kemur áhugin frá samstarvsfeløgunum? Tað áhugaverda við tí artiska er, at tað hevur týdning fyri mest sum øll í heiminum, sama um tað er Korea, Kina ella USA. ES hevur sýnt serligan áhuga, sum Kuupik Kleist eisini vísti á.
»Ja, Grønland hevur tikið samstarvið upp við ES, har vit eru við at menna karmarnar fyri einum nýggjum samstarvi við Grønland um ráevnini. Danska stjórnin og eg eru fegin um, at Grønland hevur valt ES sum samstarvsfelaga í hesum málinum. Men sum vit sjálvi hava havt í nógv ár, kann tú bæði hava sterk áhugamál í Evropa og hava sterk norðuratlantisk áhugamál, og ein sterkan felagsskap við USA«.
Bæði Johannesen og Kuupik Kleist tala fyri sambandinum millum Danmark og ES. Somuleiðis um evruna.
»Tað er áhugavert, at teir siga púra greitt, at tað er ein fyrimunur, at vit eru við í tí evropeiska. Tað eru eisini dømi um, at tað hevur verið gagnligt fyri Føroyar og Grønland, at Danmark hevur ávirkan á evropeiska samstarvið.
Ráevnini
»Tað sama er galdandi á ráevnisøkinum. Tað er onkur sum heldur, at vit hava ikki kent okkara vitjunartíð har, og at vit skuldu verið meira við í tí. Men grønlendingar hava sjálvir gjørt av, at tey hava ábyrgdina av hasum. Tað merkir eisini, at Danmark kann ikki frá degi til dags ráðgeva, hvussu tað skal verða. Vit hjálpa fegin við tí, vit kunnu, men vit skulu eisini virða avtalurnar, vit gera, og ta lóggávuna, sum er galdandi. Tá grønlendingar tóku undirgrundina heim, bleiv undirgrundin teirra ábyrgd«.
Er grundarlag fyri at styrkja samstarvið við grønlendska sjálvstýrið á hesum økinum?
»Tað eru øki, har ráevnini hava týdning fyri okkara verjupolitikk. Um tað hendir, skal Danmark eisini verður partur av avgerðunum. Tá hevði eisini verið skilagott við nýggjum samstarvi, og somuleiðis, at vit hittast javnan at tosa um tað.
Sjálvstýrisskipanin gevur eisini tann møguleikan at finna aðrar hættir at samstarva«.
Kuupik Kleist bar fram, at stóra avbjóðingin hjá Grønlandi er at fara saman um møguligar íløgur í rávørumenningina. Tað er lívsneyðugt fyri grønlendska sjálvstýrið, at rávørumenningin skapar arbeiðspláss og sosialan framburð fyri grønlendsku borgararnar. Heldur tú, at Danmark fer at hava virknan lut sum stuðul í hesi strembanini?
»Bara, um tað verður heitt á okkum. Vit eru til reiðar, um tað verður heitt á okkum at vera við. Tað er eisini í ávisum førum, at skráirnar hjá okkum eru líkar, har vit skulu samstarva. Uppihaldsloyvi er eitt dømi. Grønland hevur ábyrgdina av sjálvum ráevnisøkinum, men vit geva fegin okkara íkast, um grønlendarar vilja tað«.
Ímyndar tú tær, at Danmark sum liður í slíkum samstarvi fer beinleiðis og spælir ein virknan búskaparligan leiklut?
»Nei. Eg hefti meg við, at landsstýrisformaðurin er sera greiður, tá hann tosar um altjóðagerðina og fríu marknaðarkreftirnar«.
Ger tú tað eisini í hesum høpinum?
»Ja, avgjørt. Og eg haldi, at tann sum bjóðar og kann lata allan pakkan, ið grønlendingar meta sum tann rætta, skal hava møguleikan at fara undir arbeiðið. Eg kann ikki ímynda mær, at vit fara upp í eina verkætlan, sum ikki er á fullkomnum handilstreytum, og tað hava vit ikki møguleikan fyri júst nú«.
Eru taktiskir faktorar í hesum sambandi?
»Í mun til tað, vit kunnu fáa burturúr, er tað lætt. Tað skal sjálvandi vera tann fyritøkan, sum hevur besta tilboðið, ið skal seta ferð á námsvinnuna. Eg eri sannførd um, at grønlendingar vita fullvæl, hvat teir skulu taka støðu til. Teir eru noyddir at seta treytir. Um tað er eitthvørt, vit kunnu hjálpa við, gera vit tað fegin. Men tað eru grønlendingar, sum skulu heita á okkum, um tað er«.
Bæði Kuupik Kleist og ES-kommissjónin eru greitt á einum máli viðvíkjandi, at spurningurin um, hvør í grundini hevur ræðið á hesum strategisku ráevnunum er ikki uttan týdning og er ikki einsamalt treytað av marknaðinum…
»Eg styðji meg at Kuupik Kleist, sum sigur, at hann hevur alit á altjóða kappingini, og hann hevur álit á handilsfrælsi. Vanlig námsvinna nemir ikki neyðturviliga okkara strategisku áhugamál, sama hvør fer undir hetta. Tað er ikki, tí eg fari lætt um hetta málið. Tað kann væl vera, at tað fer at nerta við okkara áhugamál«.
Ger tað nakran mun fyri teg, at tað er ein privat ella ein almenn fyritøka?
»Eg vil ikki siga nakað um tilhugsaðar spurningar. Eg síggi kortini fram til ríkisfundin at vita, hvat Grønland heldur um komandi námsverkætlanina, og hvønn týdning hetta kann hava á grønlendska samfelagið. Bæði fyrimunirnar, og hvørjar avbjóðingar fara at stinga seg upp«.
Uni Holm Johannesen týddi