Ríkisflagg - listaverk ella níðingsverk?

Svein Askildsen


Tað munnu vera nógv sambandsfólk, sum eru ørg inn á at eitt uppskot um ríkis-flagg skuldi gerast høvuðsevni eftir 65 ára haldið fyri merkinum. Men hóast afturvísingar frá sambandsflokkinum og javnaðarflokkinum, so eru hesir flokkar íblásturin og vónin hjá hesum entusiastum, sum vilja merkinum til lívs.
Flaggdagsrøðan í Havn endaði við avdúking av einum uppskoti til ríkisflagg, sum má sigast at vera ein stór vanvirðing av merkinum og øllum tað stendur fyri. Um ætlanin við provokatiónini var at skapa orðaskifti um støðu okkara sum tjóð millum aðrar tjóðir, ja, so vísir uppskotið bert, at Føroyar als ikki eru til. Merkið, sum sjálvt reinførastu sambandsfólk í dag eru stolt av og góð við, er ein av týdningarmestu varðunum í stríði føroyinga fyri viðurkenning sum serstøk og fræls tjóð.
Nú skriva damurnar aftan fyri uppskotið, at Union Jack er eitt gott dømi um sameining av fløggum millum tjóðir. At ein so lærd dama sum Malan Marnersdóttir skal gera slíka samanbering undrar meg, tí tað passar ikki við vanliga sunna fornuft. Union Jack hevur sína serligu søgu, sum snýr seg um, at James VI kongur í Skotlandi arvaði trúnuna í Onglandi í 1603 eftir Elisabeth I, og gjørdist sostatt James I av Englandi. James I gjørdi av at kalla seg kong av Stórabretlandi - Great Britain - eitt smikrandi heiti, sum klingaði væl, og sum hevur hingið við til hendan dag, hóast United Kingdom sum seinni kom at vera fornavn fyri Great Britain, og sum fevnir um tvey lond afturat, við tíðini gjørdist tann betri hóskandi og vinnandi part-urin av heitinum fyri bretska sambandsríkið. Men aftur til Union Jack.
James I av Stórabretlandi fekk ein trupuleika tá kongsins skip skuldu flagga. Talan var jú um sjálvstøðugar tjóðir við hvør sínum parlamenti, hvør sínum flaggi osfr., hóast sami maður nú var á trónuni í londunum báðum. Onglendingar vildu ikki vita av skotska flagginum, "St. Andrew?s cross", við tí bláa dúkinum og diagonala hvíta krossinum, og skotar vanvirdu enska flaggið, "St. George?s cross", við tí hvíta dúkinum og reyða krossmerkinum. So hvørji ráð vóru nú til at taka? Jú, ein vøkur samanrenning av báðum fløggunum varð gjørd, og tað fyrsta "sambandsflaggið" hjá James VI/I ella Jack, sum flaggið varð uppkallað eftir, var veruleiki, og í 1606 fingu øll kongsins skip boð um at sigla undir Union Jack. Ikki fyrr enn í 1707 kom ein nýggj "Act Of The Union", sum sameindi Skotland við Wales og Onglandi til eitt kongaríki við einum felags parlamenti undir heitinum "United Kingdom of Great Britain". Men so gingu 100 ár afturat, og í 1801 lá enn eitt sambandsskjal á borðinum, tí Írland kom uppí. Írar høvdu, sum teir hava enn ídag "cross of St. Patrick", við hvítum dúki og einum reyðum diagonalum krossi, og hesin passaði inn í "Union Jack-myndina", og soleiðis fingu bretar eina nýggja útgávu, kanska eina meira fullkomna ella endaliga sniðmynd, av Union Jack, sum hevur verðið brúkt síðani. Sniðsøgan um Union Jack sigur hinvegin einki um Wales, sum kom undir bretskt vald longu í 13. øld og við lóg gjørdis partur av Onglandi í 1536. Union Jack sigur heldur einki um skrædli millum Írland og Stórabretland, sum førdi við sær stríðið um Norðurírland, sum er eitt tað longsta og blóðugasta stríðið í og ímillum tjóðir á okkara leiðum í nýggjari tíð. Øll londini í Stórabretlandi - Ongland, Wales, Skotland og Norðurírland - gera nú meir og meir burtur úr sínum egna flaggið og tjóðskapi. Trongdin eftir at vera óheftur og sjálvstøðugur tykist størri og veksandi hjá øllum londunum í hesum felagsskapi, og flaggið er eitt tað besta amboðið at savna tjóðina til samanhald í eini tíð, har globaliseringin ella altjóða-gerðin er í fer við at gera bæði tjóðir, og menniskju sum heild, anonym og týdningarleys.
Í dag verður als ikki mett, at Union Jack hevur nakra bjarta framtíð - heldur tvørturímóti. Uttanfyri ST-høvuðsborgina verður Union Jack saman við Dannebrog og øllum hinum fløggunum hjá ES-limalondunum óiva um stutta tíð skift út við EITT ES-flagg, sum er so smart gjørt, at um vit ein dag velja at gerast limir, so fær ES-flaggið bara eina gylta stjørnu afturat á tann bláa dúkin.
Nei, hetta er ikki tíðin til eitt ríkisflagg. Enn hava vit ikki tjóðarfrælsi; enn hava vit ikki fingið altjóða viðurkenning sum fólk av dønum; enn kunnu vit ikki tala okkara egnu søk í altjóðasamfelagnum.
Har merkið veitrar, har tala føroyingar søk føroyinga. Eingin skal billa mær inn, at danir fara at tala okkara søk betri, um eitt missfostur av einum flaggi, sum skal eitast at umboða ríkisfelagsskapin, bleiktrar uttan fyri ST- ella NATO-høvuðusborgirnar. Tað er bara ófatuligt, at eitt slíkt ivasamt flagg, sum eins væl kann kallast eitt níðingsverk sum eitt listaverk, skal sleppa at hanga uppi í listaskálanum.