Ása Olsen
Tórshavn
Í hesum døgum verður nógv tosað um loysing, blokkin og ta negativu hesin blokkur hevur á okkara samfelag.
Støða okkara er heilt einkult tann, at tann danska grundlógin er galdandi fyri Føroyar. Síðani hava vit heimastýrislógina og stýrisskipanarlógina.
Í heimastýrislógini er tað nakað, ið verður kallað A og B mál, og er hettar mál, ið ávikavist eru yvirtikin ella kunnu yvirtakast og mál, ið ikki kunnu yvirtakast.
Tá vit yvirtaka eitt mál, merkir tað, at danska stjórnin útdeligerar viðkomandi mál til okkum at umsita, og fyri at fíggja hesa umsiting, fylgir ein upphædd við ( blokkurin).
Í 1998 varð fyrispurningur settur fram til ríkisumboðið, fyri at vita, um okkara yvirtøka av undirgrundini eisini var ein deligatión, og varð svarið ja.
Hvat merkir hettar, og hvønn týdning hevur tað fyri okkum?
So leingi vit eru í tí ríkisrættarligu støðu við Danmark vit eru í dag, so kann danska stjórnin til eina og hvørja tíð fara inn og annulera alt, ið eitur delegatión soleiðis, at vit eru í somu støðu sum eitthvørt amt í Danmark.
Eitt ið undrar meg er, at tá fólk byrja at tosa um loysing og sjálvstýri, so er tað næstan ongin, ið tosar um hesi viðurskiftir, men tosið snýr seg bert um, áramálið fyri, hvussu leingi vit fáa blokkin.
Vit kunnu fáa allan tann blokk vit vilja, og senda hann retur til Danmark, men gevur hettar okkum meiri sjálvstýrið?
Um vit skulu tryggja okkum soleiðis, at danska stjórnin ikki kann fara inn, og taka av alla deligatión av teimum málum, vit hava yvirtikið, so má antin grundlógin broytast, ella mugu vit fáa eina grundlóg fyri Føroyar.
Fyrst tá hettar er hent, kunnu vit byrja at tosa um, at stýra í egnum landi.