Ríkisrættarligu viðurskiftini


Nú vilja vit í samgongu og sum fyrsta mál á skránni avgreiða tey ríkisrættarligu viðurskiftini, sigur Marjus Dam, sum er afturvaldur løgtingsmaður í Vágum. Hann sigur eisini, at nú er nóg mikið tosað um almannamál. Nú skal handlast

Løgtingsval

Miðvágur:
Sambandsflokkurin eigur nú at sleppa í samgongu. Og sum fyrsta mál á skránni vónar vágatingmaðurin hjá flokkinum, at ríkisrættarligu viðurskiftini við Danmark verða avgreidd.
Broytingar í støðu Føroya mótvegis Danmark eiga at verða gjørdar, sigur Marjus Dam, men tær skulu vera innan fyri karmarnar á ríkisfelagsskapinum.
Marjus Dam eftirlýsir friði og góðum samstarvi við hinar partarnar av ríkinum, so vit sleppa undan hesum róparínum eftir hvørjum øðrum, sum verið hevur ov nógv av seinastu árini, sum hann tekur til.
?Vi skulu hava eitt gott samstarv við Danmark og ikki hetta niðurbrótandi keglið, sum verið hevur seinastu fýra árini, sigur hann.

Almannamál
Tíðin er komin til at fáa nøkur ting upp á pláss, sum hava ligið á láni seinastu árini, vísir Marjus Dam á.
?Vit hava upplivað, at Landssjúrkahúsið varð læst niður, tá kreppan byrjaði, og deildir, sum vórðu afturlatnar orsakað av kreppuni, eru framvegis læstar niður.
Úrslitið av hesum eru alt ov langir bíðilistar. Vit mugu fá stytt hesar, og fáa latið deildir uppaftur.
Eitt annað, sum nógv hevur verið frammi í valstríðnum, er eldraøkið, vísir Marjus Dam á í samrøðu við Sosialin valkvøldið.
Hann sigur, at hetta økið er ikki bara nakað, sum vit skulu tosa um. Tað skal gerast nakað ítøkiligt við tað, staðfestir hann.
Nú lættar av ymsum slagi eru givnir til partar av vinnuni, og bøtt er um pensiónirnar, sum pensionistunum er væl unt, er eisini tíð upp á, at tann vanliga familjan fær sín part, sigur Marjus Dam. Tað eiga vit nú at prioritera, sigur hann.

Lokalmál
Flogvøllurin er hjartamál hjá rættiliga nógvum vágafólki, og tað málið liggur eisini frammalaga há løgtingsmaninum hjá Sambandsflokkinum í Vágum.
Marjus Dam sigur, at hann ynskir eina avtalu við danir, sum umsita flogvøllin, soleiðis at vøllurin kann verða longdur, terminalurin útbygdur, og parkeringsøkini rundan um vøllin verða gjørd soleiðis, at tey kunnu taka í móti øktu ferðsluni, sum væntandi er, nú undirsjóvartunnilin nakað skjótt verður latin upp.
Júst undirsjóvartunnilin er annað stórmál, sum liggur Marjusi Dam frammalaga í huga.
?Tað er av alstórum týdningi fyri øll, sum skulu brúka tað sambandið, at bummgjaldið verður so lágt sum gjørligt. Serliga hjá teimum, sum skulu brúka tað nógv, sigur hann.

Samgonga
Marjus Dam er heldur varin sjált valkvøldið við at úttala seg nakað um samgongumøguleikar eftir valið.
Úrslitið gjørdist so mikið ógreitt, at tá avtornaði, høvdu bæði samgonga og andstøða sama tingmannatal, hóast andstøðan hevði eini tvey prosent fleiri atkvøður og eisini størsta flokkin, sum er Sambandsflokkurin.
?Eg veit ikki, hvat Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin kunnu finna uppá, sigur Marjus Dam. Men eg vildi ynskt, at lagt varð á annan bógv, og hendan samgongan varð skift út.
?Vit kunnu ikki halda fram við hesi kósini, vit hava nú, tí tá verður tann framburður, sum verið hevur í Føroyum seinastu nógvu árini, skerdur nógv, og tað haldi eg ikki, at vit sum politikarar kunnu standa model til.
?Tí haldi eg, at vit eiga at leggja á annan bógv og ikki vera so bastant og fundamentalistisk í loysingarynskjum, at vælferðin rýkur upp á tað, heldur Marjus Dam, afturvaldur sambandstingmaður í Vágum.
Upp á spurningin, um hann vil hava eina heilt nýggja samgongu, svarar Marjus Dam stutt og greitt:
»Absolutt«.